Danir avgreiddu í kvøld sínar síðstu finalur á Vest- og Øst-danske KortbaneMesterskaber, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg.
Í Hjørring vann Frans Johannesen gull í 100 frí við tíðini 50.72 og gull í 200 blandað við tíðini 2:04.65. Hann skuldi klára 47.58 í 100 frí ella 1:56.11 í 200 blandað, um hann skuldi kunna luttaka fyri dønum á HM í Doha í hesum greinum.
Á sama stað svam Alvi Hjelm úr Ægir seg til eitt silvurheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann svam tann teinin uppá 15:51.49, aftanfyri Nicolas Blanch á 15:40.84 men frammanfyri Frederik Jessen á 15:54.63. Tíðin hjá Alva er nóg góð til at hann hevur klárað føroyska kravtíð til bæði HM í Doha og NM í Svøríki; men við tað at føroyska HM-luttøkan er avmarkað til bara ein mann og eina kvinnu umframt Pál Joensen, so er HM enn óvist fyri Alva við tað at Óli Mortensen hevur svomið skjótari.
Í Kastrup vann Magnus Jákupsson finaluna í 100 metra firvald, við tíðini 53.27 nokkso væl frammanfyri tann næsta sum svam 55.74. Kravtíðin hjá dønum til HM í Doha er 51.18 í hesi grein, sum vælsagtans merkir at Magnus ikki verður úttikin.
Emma Festirstein Nystrøm royndi seg í finalu í 200 metra blandaðari svimjing, men varð kolldømd fyri hvat sær út til at hava verið firvaldabein áðrenn armtak tá ið hon byrjaði uppá bringusvimjingina har við 100 metrum.
At enda var tað so Pál Joensen sum royndi seg í 1500 metra frísvimjing, og vann so syngjandi við tíðini 15:00.86 frammanfyri tann næsta á 15:38.08. Pál er sjálvsagt longu sikkur at sleppa til HM í Doha fyri Føroyar.
Tilsamans var tað ein rúgva sum føroyskir svimjarar og danskir svimjarar av føroyskum uppruna vunnu á hesum báðum økismeistarastevnum:
Føroyingar sum hoyra til Føroyar
Alvi Hjelm silvur í 400, 800 og 1500 frí á VKM
Pál Joensen gull í 400 og 1500 frí á ØKM
Føroyingar sum hoyra til Danmark
Frans Johannesen gull í 100, 200, 400 frí, og 200 blandað á VKM, og silvur í 50 frí
Magnus Jákupsson gull í 100 rygg og 100 firvald á ØKM
Hartil vunnu Frans og Alvi silvur við Esbjerg í 4×200 frí, umframt Frans silvur í 4×100 frí og bronsu í 4×50 frí.