Alvi Hjelm megnaði fyri løtu síðani at vinna sær silvur í 800 metra frísvimjing á Vestdanske KortbaneMesterskaber 2014, tá ið hann í skjótasta riðli í Hjørring svam teinin uppá 8:18.61, aftanfyri Nicolas Blanch úr Aalborg sum svam 8:13.19, men frammanfyri Frederik Jessen úr Thisted sum svam 8:22.29.
Frederik Jessen legði harðast út, við 59.75 fyrstu 100 metrarnar har Alvi svam næstskjótast 1:00.26. Aftaná 200 metrar var munurin góðar 7 tíggjundapartar, og við 250 yvirhálaði Nicolas Blanch so Alva við 2:35.27 ímóti Alvasa 2:35.36.
Blanch herdi á víðari og tók føringina við 300 metrum, 3:06.57 har Jessen svam 3:06.81 og Alvi 3:06.90, og so svaraði Alvi aftur til at taka 2. plássið við 350 metrum. Við 400 metrum var tað Blanch 4:08.78, Hjelm 4:10.37 og Jessen 4:10.50, við 500 Blanch 4:10.28, Hjelm 5:12.88 og Jessen 5:13.93, og so fór gassið av ballónini hjá Hjelm og Jessen, so at støðan við 600 metrum var Blanch 6:11.65, Hjelm 6:15.42 og Jessen 6:17.24.
Við 700 metrum var tað Blanch 7:12.79, Hjelm 7:17.71 og Jessen 7:20.32, og hendan støðan helt seg so síðstu 100 metrar, til endaliga úrslitið Nicolas Blanch gull við 8:13.19, Alvi Hjelm silvur við 8:18.61 og Frederik Jessen bronsu við 8:22.29.
Sí úrslistan við splitt-tíðum her á livetiming.dk
Besta tíð hjá Alva er 8:08.37 í hesi grein, frá tá ið hann vann silvur aftanfyri Pál á donsku meistarastevnuni á stuttgeil í fjør. Akkurát hendan greinin er ikki viðkomandi fyri hvørki HM ella NM á stuttgeil, við tað at menn ikki svimja 800 metrar har, og tí finst heldur eingin kravtíð í greinini.