Svimjifelagið Reysti bjóðar til svimjistevnu leygardagin hin 25. oktober 2014, í svimjihøllini í Leirvíkar Skúla. Kappingin er fyri 2 og 3 gentur, og 3 og 4 dreingir, ella børn fødd í 2002 og seinni.
Tey yngru byrja við upphiting kl 12:45 og kapping kl 13:30, og tey eldru so tá ið tey yngru eru liðug. Tað burdi tikið umleið 2 tímar fyri hvønn bólkin, alt eftir hvussu nógv melda til. Sí viðfestu innbjóðing.