FINA vísir fram nýggja ryggstarts-kílan frá Omega

Áhugaverd video her frá FINA, har amerikansku Natalie Coughlin og Aaron Peirsol ummæla hesar nýggju kílar til ryggstart sum nú eru loyvdir at brúka í kapping. Í hesum føri frá Omega, men tað skuldi verið loyvt at gjørt sínar egnu eisini.

FINA skrivar um nýtslu av ryggstarts-kílunum:

How to use the device:

  • At the start, the toes of both feet must be in contact with the end wall or face of the touchpad. Bending the toes over the top of the touchpad is prohibited.
  • The ledge may be adjustable to 4 cm above or 4 cm below the water level.
  • The ledge is a minimum of 65 cm in length.
  • The ledge must be 8 cm in height, 2 cm at the width with 10 degrees of slope.

SSF vitjar HS

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í gjárkvøldið í Havn og vitjaðu Havnar Svimjifelag, sum liður í rundferðini til øll svimjifeløg í Føroyum. Prátið gekk sum aðrastaðni serliga um støðuna hjá felagnum, ið ljóðar til at vera heilt ókey, hóast felagið í Havn sum kunnugt hevur ein ævigan trupulleika við hallarplássi.

Krista 1:32.66 og silvur í 100 firvald á Danish Open 2014

Krista Mørkøre megnaði í morgun at vinna sær eitt silvurheiðursmerki afturat á Danish Open stevnuni fyri svimjarar við handicap, sum hevur verið í Esbjerg um vikuskiftið. Hetta tá ið hon í 100 metra firvaldasvimjing svam teinin uppá 1:32.66. Alt í alt vann Krista 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu á hesi stevnu, og setti 7 persónlig met.

Magnus 56.85 og gull í 100 rygg á MOM Marseille 2014

Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna sær gullheiðursmerki á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 56.85 sekund. Og tað var ein yvirbevísandi sigur, har franski Nathan Bonnel vann silvur við 58.13, bretski William Harrison bronsu við 58.50, og hini 61 so vóru spakuligari enn tað. Magnus megnaði sostatt at vinna sær gull og bronsu á hesi stevnu, sum upptakt til Danish Open sum verður í Bellahøj um hálva triðju viku.

Magnus 59.04 og triðskjótastur í innleiðandi 100 rygg á MOM Marseille 2014

Teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royna seg aftur í morgun á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, har besta úrslit í morgun vælsagtans var tá ið Magnus í innleiðandi rygg svam seg í A-finaluna við triðbestu tíð 59.04. Hann megnaði eisini við tíðini 25.42 at svimja seg í B-finalu í 50 firvald, men sæst ikki á úrslitalistanum fyri B-finaluna; so hann man hava meldað frá har til frama fyri finaluna í 100 rygg nú seinni í dag.

Frans Johannesen svam seg við tíðin 52.72 til eitt 18. pláss í 100 frí, sum ikki rakk til finalu. Og so svam hann 1500 frí uppá 16:17.48, sum rakk til eitt 5. pláss millum teir sum svumu í spakuligari riðlunum í morgun, og vælsagtans eitt 13. pláss samanlagt tá ið finalan er avgreidd nú um eina løtu.

Fleiri góð úrslit til Kristu í dag

Update kl 23:30: Krista vann heiðursmerki í sínum bólki, og varð so nr 4 í finaluni har tey brúka eina stigaskipan til at samanbera úrslit í ymisku bólkunum. Og tíðirnar eru góðar – hon hevur svomið bestu tíðir í mestsum øllum greinum.

Krista Mørkøre hevur havt úr at gera á Danish Open í Esbjerg í dag, har hon luttók í øllum greinum uttan 100 rygg í innleiðandi riðlum, og síðani í øllum førum í einari finalu um kvøldið.

Eg dugi ikki heilt nóg væl skipanina sum nýtt verður í handicap-svimjing, til at vita um hon vann heiðursmerki; men hon varð so í øllum førum nr 2 í 50 bringu í innleiðandi riðlunum, nr 5 í 100 frí, sum tann einasta luttakandi nr 1 í 50 firvald og nr 3 í 400 frí.

Men so um kvøldið finni eg hana ‘bara’ í (opnu) finaluni í 50 firvald, sum sær út til at vera onkur samanseting úr øllum bólkum. Har megnaði hon at verða nr 4, við 36.64 og triðbestu tíð av teimum 8 luttakandi.