Donsku miðlarnir boða frá at ein 52-ára-gomul kvinna doyði í gjár, meðan hon luttók í ‘Vejle Fjordsvøm‘. Tað eru danska svimjifelagið Vejle Svømmeklub Triton sum saman við Vejle Kommune og Dansk Svømmeunion skipar fyri 1.4 kilometra langu svimjingini tvørtur um Vejle Fjord, sum í ár hevði minst 500 luttakarar. Eftir øllum at døma uppdagaðu tey fyrst at kvinnan var vekk tá ið tey fóru at fíntelja aftaná svimjingina, og vistu tá ikki um hon bara var farin í land ófráboðað, ella var mist í sjálvari svimjingini. Ein tyrla varð send at leita umframt ein bjargingarbátur, og tyrlan fann so nakað seinni eina kvinnu rekandi í sjónum, sum tey mettu var kvinnan. Les til dømis Jyllands-Posten og Ekstra Bladet.
Image courtesy of Madis Veskimeister / Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0