Avstralskir granskarar staðfesta nú eftir í fýra ár at hava kannað 7000 børn sum vóru 5 ár og yngri, at tey sum gingu til svimjing vóru upp í 15 mánaðir longri frammi í menning enn vanliga fjøldin, tá ið tað kom til likamliga menning (‘motor skills’) og ‘kognitiv’ evni sum at rokna, telja, lesa, práta og at fylgja boðum. Tey vóru tó eitt sindur verri fyri tá ið tað kom til at handfara ein bólt. Granskararnir hava roynt at taka hædd fyri at tað eru tey ríku og tí kanska klókari foreldrini sum senda síni børn til svimjing, og meta seg hava staðfest at eisini børn at minni væl stillaðum foreldrum kunnu mennast betri, um bara barnið sleppur at svimja. Sí Griffith Institute for Educational Research.
Tað undrar meg ikki at tey eru betri til at telja (og jonglera við tølum), tí svimjarar telja nógv. Fá børn duga so væl 6-, 12- og 16-tabellirnar, sum tey ið svimja í einum 16-metra hyli. Onkur heldur at tað er keðiligt at telja longdir, men so hygga tey sær við talskipanum, sum til dømis primtalsseriuna …
https://plus.google.com/u/0/104263825820797602888/posts/JYzShxjBjDZ
Furthermore, they were a staggering 17 months ahead in Story Recall and 20 months in Understanding Directions.