Gøla undir uppsigling: Var har eitt kappingar-avlagandi rák í Palau Sant Jordi?

Ein ófrættakend søga ferðast nú á fleiri svimjimiðlum, at har møguliga var eitt sirkulerandi rák í kappingarhylinum í Palau Sant Jordi, sum avlagaði kappingina serliga millum sprintarar. Tað er ein longri søga, men lat meg royna at forklára …

DSC00995

Afturkomin úr Barcelona vísti Bartal mær á, at tað í øllum førum sá út sum um at har hevði verið eitt rák í hylinum í Barcelona, sum rak annan veg í øðrum borði, og hin veg í hinum. At donsku viðmerkjararnir á Eurosport høvdu víst á tað, og at hann so hevði kannað tølini í nakrar dagar.

Tað heilt løgna var, at teir tankar sum Eurosport-fólkini høvdu gjørt sær um splitt-tíðirnar hjá Páli Joensen, vóru so avbera líkir práti sum eg hevði hoyrt í Barcelona. Pál svam umleið hálvt sekund skjótari annan vegin enn hin vegin, og øvut tá ið hann lá á geil í hinum borðinum.

Bartal hevði so kannað allar splitt-tíðirnar hjá teimum í 1500, og sá sama mynstur hjá hinum svimjarunum. At teir svumu skiftivís skjótari eina longd og so spakuligari næstu longd, við øvutum mynstri í hinari síðuni av svimjihylinum. Tað minnti um rák.


Min næsti tanki var, at hetta var eitt sindur teoretiskt til fortreð hjá langteinarum sum Páli, meðan tað vildi ein katastrofa fyri tey sum svumu 50 metra sprint. Hetta tí at tey bara svimja éina longd, og tí ikki øll fáa bæði við- og mótrák, um tað var ymiskt á ymsu geilunum.

Fór at kanna tølini (sum Bartal forrestin longu áðrenn tað hevði kannað), og sá at *øll* 24 heiðursmerki á 50 metra teinum uttan eitt varð vunnið í øðrum borðinum av svimjihylinum. Undantakið var Jessica Hardy í 50 bringu, sum vann bronsu. Og bæði heimsmetini á 50 metrum vórðu sett í ‘rætta borði’.

Vit gjørdu eina grein klára til Swimmer’s Daily, og eg luftaði so ógvuliga leysliga og uttan at nevna nakra spesifikka detalju fyri mínari kontakt í SwimmingWorld, at eg møguliga hevði fatur á onkrum gølukendum. Hann svaraði beinanvegin (uttan at eg hevði nevnt tað), ‘uttargeilirnar’. Wouw.

Síðani tá hava serfrøðingar á Indiana University kannað tølini, og koma tey nú fram við at jú, tað sær út sum at har var eitt rák. SwimmingWorld hevur hesa søgu í kvøld. Og beint áðrenn tað skrivar onkur ónevndur á einari nýggjari bloggu kallað AstuteCrunch nøkulunda akkurát tað sama sum Bartal kom fram til. Og fær tað út á SwimVortex

Eg veit ikki. Um tað er nakað í hesum, so er tað ein øgilig gøla. Ikki so nógv fyri okkum og Pál Joensen, men serliga fyri sprintararnar sum í so fall hava svomið annaðhvørt við ella ímóti streyminum. Tað einasta vit kunnu siga, er at hetta kundi líkst ráki.

5 thoughts on “Gøla undir uppsigling: Var har eitt kappingar-avlagandi rák í Palau Sant Jordi?”

  1. Rætti vinnarin í 100m frí var so avgjørt Vladimir Viktorovich Morozov, og ikki James Magnussen ið hevði streymin heim við sær í sínari sterku sermerktu backhalf svimjing, og Vlad hevði mótstreym ið kostaði honum 0.5-0.6 sek.

  2. Hyggja vit at øll úrslitini frá sprint finalunum, so sæst at tað eru ikki bara heiðursmerkini sum eru skeiklaði. Eisini fyri tey, sum ikki fingu heiðursmerkir, stóðu seg sum oftast betri á bana 6-8 enn bana 1-3. Sí boks-diagrammi her:

    Allir finalistar á bana 1 blivu antin nummar 7 ella 8, meðan eingin á bana 8 bleiv nr 8. Er tað tilvild? Finalistarnir á bana 7 kláraðu seg greitt betri enn bana 2. Tað sama fyri bana 6 í mun til bana 3.

    Sama óskilið sæst í hálvfinalunum fyri sprint kappingunum.

    Í innleiðandi sprint riðlum sæst enn ein skeikling, um enn ikki so kraftiga sum í finalunum og hálvfinalunum. Og tað kann stava frá at munurin millum nr 1 og nr 8 í finalum og hálvfinalum er minni enn í innleiðandi riðlum, og tí ger eitt eventuelt rák størri skaða í finalum og hálvfinalum.

    1. Eg hugsi her um “heimtúrin”
      2nd split sum er so øgiliga avgerðandi fyri ein ið sevur tað sum sítt vápn.

      Eg trúgvi ikki at tað “bert” eru 50m ið eru øgiliga ávirkaðir av hesum… tíverri.

      1. Onkur nevndi eisini 200 blandað, í kjakinum á SwimmingWorld ella aðra staðni. Óluksáligt at hava bringusvimjing sum sína sterkastu grein, og so fáa streym ella hvat tað nú var ímóti sær har. Tað hevði verið áhugavert at greina splitt-tíðirnar hjá svimjarum har í mun til teirra bestu (split-)-tíðir, til at síggja um tey t.d. halda ferðina í firvald og bringu, fyri síðani at missa í rygg og crawl, ella øvut.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.