Poula Øssurdóttir Mohr setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Barcelona svam teinin uppá 28.52 sekund. Hetta er stór betring av metinum í mun til tær 28.94 sum Astrið Foldarskarð svam á Danish Open í mars mánaða, og enn størri persónligt met hjá Poulu. Tíðin rakk til eitt 41. pláss av 60 luttakandi, sí úrslitalistan her.
Drew Gordon á Eurosport varnaðist at Poula andaði stutt áðrenn mál, sum eisini sæst á slow-motion myndini omanfyri:
“…Nice little race. Four in a row in the same time. Heading up. The times going to the arrowhead of seeding. Head down. Hopefully nobody breathing – Argh, there is lane six, there taking a couple of breaths in the last five metres. Ossodotteer of Faroes…”
James Parrack á Eurosport segði fylgjandi um Poulu, tá hann sá slow-motion myndirnar:
“..There, you can see the finishes. She looked right across of the rest of the field. So relaxed with the hands. Again with a high recovery…”