Svimjiserfrøðingurin John Lohn skrivar her á SwimVortex um 800 og 1500 metra frísvimjing fyri menn á HM í Barcelona, at Sun Yang er greiður favorittur til gullið í báðum greinum, meðan Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Gergo Kis, Gregorio Patrinieri og Pál Joensen fara at kappast um hini heiðursmerkini í 800 frí, og Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Oussama Mellouli, Gergo Kis, Pál Joensen og Jordan Harrision um gullið í 1500 frí.
(Sun Yang og Pál á HM í Shanghai 2011)
Hetta er rættiliga merkisvert fyri okkum, ikki bara tí at ‘tað vanliga’, at Pál kemur úr einum pinkalítlum oyggjasamfelag og alt hatta har, men eisini tí at Pál í veruleikanum ikki hevur svomið nakra serliga sterka tíð í hesum greinum á langgeil, hetta seinasta árið. Stuttskygdi journalisturin vildi hugt niður eftir startlistanum og sagt at Pál er uttanfyri heiðursmerkjavón, meðan teir garvaðu sum Lohn hugsa, at um tú einaferð hevur prógvað teg í eini grein sum 1500, so mást tú ikki avskrivast.
Eg (Rókur) má siga her beint upp undir Barcelona, at eg havi ikki ánilsi fyri hvussu tað kemur at ganga. Tað vanliga var at Pál svam góðar tíðir upp undir stóru kappingarnar, fyri síðani til tíðir at svimja veruliga gott á sjálvari meistarastevnuni, og aðrar tíðir at hava trupulleikar við at toppa nóg væl. Í ár er útgangspunktið ørvísi, við tað at hann ikki hevur svomið nakra topp-tíð upp undir HM; men samstundis eru umstøðurnar eisini heilt ørvísi hjá honum. Nýtt land, nýggir venjarar og ørvísi góðar venjingarumstøður; langgeil til dagliga og nýggjar royndir eisini tá ið tað kemur til tað tekniska.
Vit vóna sjálvsagt tað besta, og minna okkum á at tað hóast alt ikki er meira enn eitt hálvt ár síðani, at hann tók silvurheiðursmerki á HM á stuttgeil. At Pál vanliga er betri á langgeil enn á stuttgeil, og at hyljalongdin í Barcelona tí alt annað líka burdi verið tann rætta. Og skuldi tað ikki gingið heilt sum ætlað, so er hetta rætta árið at gera sær slíkar royndir, so langt burtur frá Olympisku Leikum sum gjørligt.
SwimVortex er forrestin nýggja heimasíðan hjá Craig Lord og øðrum, sum avloysir SwimNews.com. Tey rendu seg í tann trista trupulleika, at eigarin av SwimNews (Nick Thierry) doyði, og at búgvið eftir honum tí bleiv ein forðing fyri at tann heimasíðan kundi mennast víðari.