Donsk video um hvussu ein dopingkanning verður gjørd

Her er ein video sum Anti Doping Danmark hevur gjørt, til at vísa hvussu ein dopingkanning gongur fyri seg.

Gott at vita, tí fyri tað fyrsta kanst tú ikki biðja teg undan, tá ið tú stendur í støðuni, uttan at tað viðførir í øllum førum eina ávaring og í síðsta enda ein møguligan dopingdóm. Og fyri tað næsta er tað ógvuliga viktigt at tú tryggja tær at tín prøvi ikki verður dálkaður til dømis av øðrum royndum, ella kemur í bland við aðrar, tí har eru jú tíverri tey sum eru dopað, inn í milum.

Dopingkontrollørarnir hava altíð verið bæði fyrikomandi og dugnaligir, sum eg havi upplivað, og greiða væl frá so hvørt hvussu tú tryggjar teg, sum her á videoini. Men hav allíkavæl helst altíð ein av okkum við sum hava roynt tað fyrr, ella ein annan vaksnan um tað ikki ber til, sum so ansar eftir at einki rót er við royndum og pappírum.

Hasin kontrollanturin sær forrestin nokk so kendur út. Kundi væl verið føroyski fimleikarin Helgi Winther Olsen, sum sambært LinkedIn er Doping Control Officer hjá Anti Doping Danmark 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.