Bretskur journalistur skrivar bók um Pál Joensen

Bretski ítróttarjournalisturin og rithøvundurin Rod Gilmour er hesa vikuna á vitjan í Føroyum, í sambandi við at hann er í ferð við at skriva eina bók um Pál Joensen. Hetta er sami Gilmour sum eftir 1500 meturin í London skrivaði hesa grein í The Telegraph, har hann sum vit onnur staðfesti ‘floppið’, men tó so hevði rós til yvirs fyri Páli. Hann hevur sum eg skilji fylgt við menningini hjá Páli líka síðani EJM í Beograd í 2008, og hevur altso nú gjørt av at skriva eina bók um føroyska úrmælingin. Sig so tað 🙂

Úr greinini í The Telegraph:

“The London Games have already had their share of fairytale stories. Aged 21, Joensen will be back. The Faroese dream will just have to wait.”

Jón & Pál checking out split times at Budapest 2010

3 thoughts on “Bretskur journalistur skrivar bók um Pál Joensen”

  1. Og hann ljóðar bara hyggeligur 🙂

  2. Bókin verður ivaleyst umsett til mandarin áðrenn hon verður at fáa á føroyskum 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.