Stjørnurnar streyma til Bergen Swim Festival 2013

Ógvuliga jalig tíðindi á simma.nu/no – Eitt ótal av heimsklassasvimjarum hava boðið frá luttøku á Bergen Swim Festival hin 19. – 21. apríl 2013, nú stevnan í ár hevur fingið hjánevni ‘Alexander Dale Oen Memorial’, til heiðurs fyri norska heimsmeistaran ið doyði beint undan stevnuni í fjør. Pál Joensen er ein av teimum sum hevur boðað frá luttøku. Sí pressuskriv frá BSF.

bsf2013

Nøkur av teimum sum luttaka:

  • Rikke Møller Pedersen (DAN), HM-gull í 200 bringu
  • Jeanette Ottesen (DAN), HM-gull í 50 firvald
  • Mie Ø. Nielsen (DAN), HM-silvur í 100 rygg
  • Pál Joensen (FAR), 4. pláss á HM í Shanghai (og bronsu á HM í Istanbul)
  • Daniel Gyurta (HUN), OL-gull, HM-gull, EM-gull
  • Katinka Hosszu (HUN), trífalt HM-gull, World Cup vinnari
  • Martti Aljand (EST), EM-silvur
  • Cameron van der Burgh (RSA), OL-gull, HM-gull, heimsmet
  • Stefan Nystrand (SWE), EM-gull
  • Michael Jamieson (GBR), OL-silvur
  • Andrew Willis (GBR), OL-finalistur

Norðmenn skriva um Pál

Men det er ikke bare på sprint fristil det blir høy fart. Færøyenes langdistansefenomen Pál Joensen stiller til start, og vil bli noe å bryne seg på for den unge, gode, norske langdistansegenerasjonen som er under oppbygging. Joensen innehar den nordiske rekorden på 1500 meter fri, og under VM i Shangai 2011 ble han nummer fire på den lengste svømmedistansen i bassenget. I OL i London ble hans beste plassering en 10.plass.

Norðmenn nevna eisini um Cameron van der Burgh, at tað var ivasamt um hann slapp at fara langa vegin til Noregs at luttaka … men at tað nú er endað við at hann slapp, so sum hann sjálvur eisini vildi.

2 thoughts on “Stjørnurnar streyma til Bergen Swim Festival 2013”

  1. Hvussu klára onnur føroyskt einstaklinga ítróttarfólk at kunna mynda og styrkja um eina altjóða kapping sum hesa?
    Hugsi sjálvandi um úrvalsítróttarfólk. Hava okur onnur sum megna hetta, ella bara nær við?

    Svarið er sjálvandi nei.

    Næsti spurningur er so hesin. Hvussu loysir ÍSF so “trupuleikan” sum okur gita kemur næsta ár tá ið 600 føroysk ítróttarfólk fáa 1000 kr til eitt hvørt sum úrvalsstuðul.. tí okur mugu jú øll vassa líka djúpt.. ella grunt.

    Jú, okur hála tað besta okur “eiga” niður, ella royna at hála hann niður á samam lága støði sum breiddin er á.

    Problem solved, back to where we started!

    Í 90’inum var ein millión sett av til fótbólt, hví ólukkan arbeiðir ÍSF ikki víðari við at fáa meira pening heldur?
    Hendan peningin arbeiddi OKUR hart fyri at fáa. Skal hann so spreiðast sundur tí jantulógin sigur tað, ella tí nøkur bara ikki kenna egið støði

    Heilt forb… nógv fyri at hoyra hetta. Høvdu hesi so kunna víst á hvørji tey eru sum fara upp í heimselituna. Men sjálvandi kunnu tey ikki tað, tí LANGT er frá potentiali og so at gera tað.

    1. Kundi gott hugsað mær at vitað, hvør í stjórnini ynskti at Pál skuldi fáa minni í úrvalsjáttan og hví. Her manglar gjøgnumskygni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.