Hetta vikuskiftið skipar Svimjisamband Føroya saman við Ægir fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teir svimjarar sum venja fram ímóti Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í summar. Rúni Gaardbo úr FLOT er venjari, her er ein mynd sum Morensa Thomsen úr Reysti legði út á Facebook í gjár.