Pál 14:44.83 og silvur í 1500 frí á World Cup í Tokyo

Pál Joensen megnaði tíðliga í morgun at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á World Cup stevnuni í Tokyo, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 14:44.83, har amerikanski Michael Klueh svam 14:38.64 og japanski Aiatsugu Hirai 14:45.60. Tað vóru Klueh og ein Youhei Takiguchi sum løgdu harðast út, Klueh 55.87 eftir 100 metrum og síðani Takiguchi á odda frá 150 til 900 metrar, har Pál nærum mátti sleppa Klueh beinanvegin, men so allíkavæl kom aftur í aftur og førdi á Klueh frá 350 til 650 metrar. Sí úrslitalistan her og gev gætur at tað mest sannlíkt fer at bera til at endursíggja kappingina her á FinaTV.

Pál Joensen happy with his Szczecin 2011 400 freestyle

3 thoughts on “Pál 14:44.83 og silvur í 1500 frí á World Cup í Tokyo”

  1. Besta tíð hjá amerikumanninum, SwimmingWorld Magazine skrivar um kappingina:

    Men’s 1500 free
    USA’s Michael Klueh claimed his second gold medal of the meet with a 14:38.64 in the metric mile, while Faroe Island’s Pal Joensen took second in 14:44.83. Japan’s Ayatsugu Hirai placed third in 14:45.60. Klueh, in just two meets, has pushed his earnings to $5,500 after he joined the tour on the Asian leg. His time cleared the previous best this year of 14:39.12 he clocked in Beijing.

    Amerikanska metið er annars hart, 14:31.02 hjá Eric Vendt frá 2000, sí http://www.swimmingworldmagazine.com/results/records/AmericanRecords_SCM.pdf


  2. Tíðin í Tokyo, 14:44.83, er næstskjótasta tíð hjá Páli á stuttbana í stuttum buksum. Besta tíðin hjá honum uttan superdrakt er frá EM í fjør í Sczcecin, 14:37.83.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.