6 føroyingar til World Cup í Berlin, 20. – 21. oktober 2012

Komandi vikuskiftið fara 6 føroyingar at royna seg á World Cup í Berlin, í kapping ímóti nøkrum av heimsins bestu svimjarum. Startlistarnir síggjast her á www.fina-arena-worldcup.com, ið ikki óvæntað avdúka at tað serliga er Pál sum hevur møguleika at gera seg galdandi, við næstbestu tilmeldingartíð í 1500 metra frísvimjing (skjótastur er evropameistarin Sawrymovicz), og triðbestu í 400 frí.

worldcup-berlin2010-hollin

Til ber at fylgja við úrslitunum live á omegatiming.com, umframt at síggja finalurnar beinleiðis á FINA TV. Vit skulu fara at koyra hesi leinki á www.svimjing.com/live eisini, og fylgja annars við sum frægast her á høvuðssíðuni.

Føroyska luttøkan leygardag 20. oktober

  • Kapping 6, menn 400 blandað, Bartal Hestoy (1992) 4:28.27 (18 av 18)
  • Kapping 7, kvinnur 100 firvald, Astrið Foldarskarð (1994) 1:05.07 (33 av 35)
  • Kapping 9, kvinnur 50 rygg, Birita Debes (1995) 28.62 (11 av 27)
  • Kapping 11, kvinnur 200 blandað, Poula Ø. Mohr (1995) 2:20.58 (22 av 24)
  • Kapping 12, menn 400 frí, Pál Joensen (1990) 3:41.05 (3 av 33)
  • Kapping 12, menn 400 frí, Óli Mortensen (1996) 4:01.40 (32 av 33)
  • Kapping 13, kvinnur 50 frí, Birita Debes (1995) 26.46 (30 av 35)
  • Kapping 13, kvinnur 50 frí, Astrið Foldarskarð (1994) 26.86 (32 av 35)

Føroyska luttøkan sunnudag 21. oktober

  • Kapping 19, menn 1500 frí, Pál Joensen (1990) 14:37.83 (2 av 19)
  • Kapping 19, menn 1500 frí, Óli Mortensen (1996) 15:53.39 (16 av 19)
  • Kapping 20, kvinnur 100 frí, Poula Ø. Mohr (1995) 58.54 (41 av 44)
  • Kapping 21, menn 200 frí, Pál Joensen (1990) 1:47.56 (18 av 43)
  • Kapping 26, kvinnur 100 rygg, Birita Debes (1995) 1:03.08 (25 av 36)
  • Kapping 29, menn 200 blandað, Bartal Hestoy (1992) 2:07.14 (30 av 33)
  • Kapping 33, kvinnur 100 blandað, Poula Ø. Mohr (1995) 1:06.08 (24 av 34)
  • Kapping 33, kvinnur 100 blandað, Astrið Foldarskarð (1994) 1:09.77 (30 av 34)
  • Kapping 35, kvinnur 50 firvald, Astrið Foldarskarð (1994) 27.98 (21 av 30)
  • Kapping 35, kvinnur 50 firvald, Birita Debes (1995) 28.85 (27 av 30)

Við svimjarunum er venjarin Kristian Martin Joensen, og so undirritaði ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu.

4 thoughts on “6 føroyingar til World Cup í Berlin, 20. – 21. oktober 2012”

  1. Frans Johannessen, sum svimur fyri Danmark, luttekur í 100 frí (47 av 62), 200 frí (16 av 43), 400 frí (6 av 33). 200 firvald (18 av 26) og 200 blandað (21 av 33).

    Innleiðandi riðlar byrjar kl 8:30 lokala tíð (7:30 fo tíð), meðan finalurnar vera kl 15:30 leygardag og 15:00 sunnudag, also 14:30 og 14:00 føroysk tíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.