Pál Joensen og OL í Kringvarpinum

Kringvarpið skrivar her um hvussu tey senda frá luttøkuni hjá Páli Joensen á OL í London. Í stuttum er loysnin at øll svimjingin kann síggjast í sjónvarpinum sum samsending við DR ella TV2, og at føroysk tala so verður løgd afturat í útvarpi ella sjónvarpi sum hildið verður frægast.

400 metur frí
Leygardagin, tað er í morgin, verður fyrsta kappingin, nevniliga 400 metur frí. Kappingin verður kl. 10.47. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum. Sjónvarpið samsendir við DR ella TV2.

Pál og OL í Kringvarpinum

Eydnast tað Páli Joensen at svimja seg í finaluna, so verður hann við í 400 metur frí-finaluni kl. 19.49. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum, og Sjónvarpið samsendir annaðhvørt við DR ella TV2.

4X200 metur frí – týsdagin
Týsdagin 31. juli verður kappingin 4X200 metur frí, kl. 11.17. Kringvarpið samsendir við DR ella TV2. Finalan verður kl. 20.47 týskvøldið, og verður Pál Joensen í finaluni, so samsendir Sjónvarpið hjá Kringvarpinum við DR ella TV2.

1500 metur frí
Hendan kappingin verður fríggjadagin 3. august, kl. 10.23. Samsent verður við DR ella TV2.

1500 metur finalan
Hendan sera spennandi kappingin hjá Pál Joensen verður leygardagin 4. august, kl. 19.36. Eydnast tað Páli Joensen at koma í finaluna, so fer Sjónvarpið hjá Kringvarpinum at gera eyka burturúr. Ein sjónvarpssending verður gjørd, har fylgt verður við kappingini, og 20 minuttir áðrenn kappingina verður upptakt við Róki í Jákupsstovu sum gesti, og við innsløgum úr London, har Leivur Frederiksen er staddur.

2 thoughts on “Pál Joensen og OL í Kringvarpinum”

  1. Eg eri biðin at koma í KVF-studio niðri í býnum kl 21:05, Ólavsøkuaftan, at gera viðmerkingar til hendan fyrsta OL-dagin hjá Páli Joensen. Vist nokk sjónvarp.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.