Hundrað ár síðani fyrstu kappsvimjingina á Ólavsøku

Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.



Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum og inn í krókin við
Havnarskrivstovuna, har málið verður.

Havnar Svimjifelag tók uppaftur hesa gomlu siðvenju fyri tveimum árum síðani. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á Ólavsøku var annars í 1912. Sostatt eru í ár hundrað ár liðin síðani fyrstu kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á Ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, fyri svimjingina í 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á Ólavsøku var á Vestaru vág í 1954.

Hóast gamla heitið “kappsvimjing á Ólavsøku” verður endurnýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og elska at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.