Magnus 58.12 og nýtt føroyskt met í 100 rygg

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hann á stóru Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco svam teinin uppá 58.12, har metið hjá honum frá EJM í Beograd í fjør var 58.51. Hendan tíðin rakk til eitt 10. pláss á stevnuni, og um eg skilji tað rætt eina B-finalu seinnapartin. Sí úrslitalista her.

Magnus Jákupsson á Danish Open

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)

Magnus luttekur í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing í Monaco. Nú í morgun luttók hann eisini í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, har hann gjørdist nummar 7 við tíðini 27.44, og eftir øllum at døma kvalifiseraði seg til finalurnar seinnapartin. Tey brúka onkra skipan við 1/8-finalum, 1/4 finalum og so framvegis, so her handlaði tað nokk mest um at spara kreftir. Sí skránna her.

4 thoughts on “Magnus 58.12 og nýtt føroyskt met í 100 rygg”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.