Føroyingar í Danmark: Tit hava kjansin nú !

Pál áðrenn 200 frí á Danish Open 2012Áhugin tykist at vera stórur fyri at sleppa at síggja Pál í aktión á Danish Open 2012, so latið okkum heldur sláa tað stórt upp her. Pál hevur tvær avgerandi kappingar eftir á Danish Open 2012: Ein tíðtaking í 4×200 frí saman við Mads Glæsner og hinum í kvøld, at royna at klára kravtíð fyri liðið til OL í London, og síðani ein beinleiðis finala í 1500 frí í morgin. Hartil hava vit Magnus í finalu í kvøld og sikkurt eisini í morgin, har hann til nú hevur klárað seg sera væl. So tað er altso nú at tit hava kjansin at vísa føroyska Merkið!

Donsku klokkutíðirnar eru:

Leygarkvøld finalur frá kl 17:30

  • Magnus 100 firvald hálvfinala kl 17:59
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 56.20, OL-kravtíð 52.36. Hann svam 56.31 í morgun
  • Magnus 100 rygg finala kl 18:24
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 58.51, OL-kravtíð 54.40. Hann svam 59.44 í gjár
  • Pál og hinir 4×200 frí kl 20:02
    – Teir fýra Mads, Anders, Daniel og Pál skulu klára 7:15.65, fyri at sleppa til OL í hesu grein

Sunnukvøld finalur frá kl 17:00

  • Magnus sikkurt 200 rygg finala kl 17:34
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 2:08.88, OL-kravtíð 1:58.48
  • Magnus kanska 100 firvald finala kl 18:21
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 58.51, OL-kravtíð 54.40.
  • Pál 1500 frí besti riðil kl 18:35
    – Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33, OL-kravtíð 15:11.83 klárað, men skal tó klára 15:25.51 nú, til at tryggja sær OL-pláss. Evropametið hjá Prilukov 14:43.21, ahem

Adressan er Bellahøj Svømmestadion. Bellahøjvej 1-3, 2700 Brønshøj, sí kort og Rejseplanen.

Gevið gætur at tað kostar einki at sleppa inn. Har er rættiliga gott pláss í høllini; men tit mugu sikkurt allíkavæl vera í góðari tíð, um tit vilja hava brúkilig pláss á langsíðuni. Dreingirnir báðir hava longu staðfest at teir eru í toppform, so komið og gerið hetta til ‘a Kodak moment’ 😀

Og by the way, blátt er okkara litur, til at síggjast burtur úr tí reyða og hvíta. Blátt sum havið ! 🙂

One thought on “Føroyingar í Danmark: Tit hava kjansin nú !”

  1. Er tað bara eg, sum lukti eitt føroyskt Europamet í morgin ? Koyrið á Pál og Magnus 🙂 Alt tað besta 🙂

Leave a Reply to KáriHøvdasCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.