Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu

Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinaluni í 100 bringu. Tíðin var 59.37. Alexander vísti samkenslu við at peika á norska flaggið á húgvuna hjá sær í innleiðandi riðlinum og á bringukrossin undir hálvfinaluna.


[tónleikurin er “Åses død” hjá Edvard Grieg]

Í samrøðuna við NRK aftaná segði hann:

“Jeg pekte på flagget for å vise at det er viktig at vi står sammen om det som har skjedd hjemme. Det viktigste nå er ikke svømming”

Tá hann bleiv spurdur um, hvat hann helt um tað ið hent var í Noregi, kundi hann ikki halda tárini aftur og segði:

“Jeg har ikke ord. Det er for jævlig.”

Á twitter skrivaði hann nakað aftaná:

“Its been a long day,extremly exhausting emotionally.Now its all up to finding those positive moments the next 18 hours.”

One thought on “Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu”

  1. Tað er ikki nemt hetta her, hjá norðmonnum at halda fokus og geva alt, meðan nakað so meiningsleyst hendir heima í Noregi. Tey royna kanska kyniskt at ikki hoyra og lesa ov nógv um tað, til yvirhøvur at kunna gera hetta, men kunnu illa umganga tað tá ið t.d. CNN vísir minningarhátíðina frá dómkirkjuni í fullari longd (og forresting full respekt fyri tað, at CNN setur tíð av til sovorðið).

    Krossi armar og bein fyri at Alex eigur enn ein góðan 100 metur í kvøld.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.