Ungi leirvíkingurin Heðin L. Olsen megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, tá ið hann á EJM í Serbia svam 53.98, har juniormetið hjá Paula Ø. Mohr frá EJM 2009 var 54.85. Heðin var skjótastur av teimum 6 sum svumu í fyrsta riðli, og endaði sum nr 55 av 61 luttakandi í Beograd. Pál Joensen eigur føroyska metið á 53.55, frá donsku meistarastevnuni í 2009. Sí úrslit her.
Cecilia W. Eysturdal svam eisini í morgun, men líður allarhelst enn av forkølilsi, síðani hon í Beograd svam 4:43.20 í mun til tilmeldingartíð 4:40.09 frá Mare Nostrum í Barcelona í vár. Hon endaði sum nummar 31 og aftast, við donsku Line Bruun Jørgensen næstaftast á 4:41.50. Sí úrslit her.
Annars er tað sum onkur segði í sambandi við Oyggjaleikir, at tað til tíðir er betri at enda klárt uttanfyri, enn beint uttanfyri. Hugsi her um danir, sum høvdu sín besta á 9. plássi í hálvfinaluni í 50 firvald, har bara 8 sloppu í finalu. Fyri síðani í 4×100 frí hjá dreingjum at svimja imponerandi 3:23.43, 1 sekund frá danska seniormetinum, til eitt fjórðapláss. Tey koyra á enn, og hava onkrar góðar kjansir til heiðursmerki, men tað er allíkavæl hart at vera so akkurát líka við.