Kristina Neves er nakað fyri seg

Eitt navn vit koma at hoyra nógv til á Oyggjaleikum, er 14 ára gamla Kristina Neves av Guernsey. Úrvalsstøðið hjá henni er best lýst við, at hon á oyggjameistarastevnuni Rothschild Island Championship hjá guernseybúgvum í oktober 2010 vann allar 16 kappingar hjá kvinnum, setti 12 met og vann steypini fyri flest stig tilsamans og besta avrik yvirhøvur.



Í november 2010 vann hon so 12 heiðursmerki á South East Winter Short Course Championships í Portsmouth, harav 2 gull í opna bólkinum og 5 í juniorbólkinum, setti 3 Guernsey-met, 4 South East juniormet og 1 South East opið met, og vann sær styrkismeting sum tann besta til 1500 frí í hennara aldursbólki í Bretlandi, við tíðini 16:48.51, hóast tíðin var 30 sekund frá hennara bestu tíð.

Áðrenn tað hevði hon um Ólavsøkuleitið vunnið gull í 200, 400, 800 og 1500 frí á bretsku langgeila-meistarastevnuni fyri ung, gull í 100 firvald og 200 firvald, umframt silvur í 400 blandað, og nøkur irriterandi fjórðapláss í 100 frí og 200 blandað. Og í 2009 vann hon 7 gull.

Neves fær sambært tilmeldingartíðunum at vinna flest gull av øllum kvinnum á Oyggjaleikum, 6 gull, 1 silvur og 1 bronsu. Og lat ongan iva vera um, at gentan er von at vinna 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.