Du Troit kláraði kravtíð til OL hóast hon manglar eitt hálvt bein

Natalie du Troit umboðaði longu sum 14 ára gomul Suðurafrika á Commonwealth Games í 1998, men varð so ákoyrt av bili í 2001, sum úrslitaði í at hon misti annað beinið frá knænum av. Men tað steðgaði henni ikki; longu í 2004 var hon nær við at klára kravtíð til OL í Athen, og vann 5 gull á Paraolympisku leikum, fyri síðani í Beijing í 2008 at bæði aftur vinna 5 gull á Paraolympisku leikum, og umboða land sítt í havsvimjing á OL. Les meira her á cnn.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.