Er tað neyðugt at fylla veskudepotini fult upp?

Vit kenna øll regluna, at tú í ítrótti skal drekka ‘longu áðrenn tú verður tystur, tí annars er tað ov seint’. Nýggj eftirkanning av granskingarúrslitum vísir tó á, at vísindaliga støðið aftanfyri henda pástand byggir á testúrslit har íðkararnir skuldu halda áfram so leingi sum gjørligt, heldur enn so skjótt sum gjørligt.

Runner Drinking Water

(Picture courtesy of Jason Patel, CC BY-NC-ND 2.0)

Klassiska teoriin er at um tú missur meira enn 2% av kroppsvektini vegna veskutap, so skaðar úthaldnið. Ja, tú orkar kanska ikki líka leingi, men greining hjá Eric Goulet á University of Sherbrooke av 5 vísindaligum kanningum bendir á, at íðkarar sum mistu 2.2% av kroppsvektini faktiskt vóru 0.06% betri til at gera okkurt ávíst so skjótt sum gjørligt, í mun til tey sum fyltu veskudepotini.

Hetta sampakkar við kanning av marathon-rennarum í Fraklandi, har tey sum kláraðu eitt marathon uppá undir 3 tímar mistu 3.1% av kroppsvektini í vætu, tey sum kláraðu tað uppá 3-4 tímar mistu 2.5%, og tey sum runnu tað spakuligari enn 4 tímar mistu einans 1.8%.

Mín tanki er fyrst at, ja, um tað handlar um at gera okkurt so skjótt sum gjørligt, serliga í renning og tílíkum har tú skalt bera tínari egnu kroppsvekt, so kann man kanska offra eitt sindur av vætu og allíkavæl klára seg betri tí at man tá vigar minni. Svimjing er møguliga eitt lítið sindur ørvísi, við tað at vatnið ber okkum so nógv, at tað ikki bilar um vit hava eitt sindur meira av vætu (í vætu) at sleipa uppá.

Men altíð stuttligt at síggja, hvussu okkara á-so-vísindaligu kanningar og meiningar kunnu fara skeivar, í mun til nakað so grunnleggjandi og innbygd sum tosti 🙂

Kelda: Sweat Science

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.