Danska svimjisambandið vunnið javnstøðuvirðisløn

Ítróttarsamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu um kvinnur í ítrótti herfyri, at seta fokus á tað at kvinnurnar sambært teimum eru undirumboðaðar í formanssessum og nevndarsessum. Í danska ítrottarsambandinum hava tey júst gjøgnumført eina trý ára verkætlan kallað “Kvinder på toppen“, frá fyrst í 2008 til síðst í 2010, sum nú endaði við at danska svimjisambandið vann javnstøðuvirðislønina á 50.000 krónur, fyri at vera tað sersamband sum kom longst á økinum. Tey eru farin frá at hava onga kvinnu í stjórnini í 2007, til nú at hava tríggjar, umframt at hava fingið fleiri kvinnuligar dómarar, yvirdómarar, venjarar og annað. Les her á SwimNews.dk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.