Guernsey ætla at vinna líka nógv heiðursmerki sum seinast

Guernsey’s Amateur Swimming Association tók herfyri út 20 svimjarar til Oyggjaleikir á Isle of Wight, harav 13 eru menn og 7 kvinnur. Sambært channelonline.tv ætla tey at endurtaka succésina frá leikunum á Álandi, har tey vunnu 24 heiðursmerki tilsamans.

Svimjararnir eru:

  • Kvinnur: Casey Lee (26), Heather Chapman (19), Victoria Parfit (18) Lottie Parfit (16) Nicole Hewlett (15), Alicia Munro (16), Kristina Neves (14)
  • Menn: Ian Hubert (28), Ross Yates (28), Ian Powell (26), Ben Lowndes (25), Tom Hollingsworth (23), Jeremy Osborne (21), James Jurkiewicz (20), Matthew Girard (20), Joshua Lewis (18), Stewart Hume (19), Luke Belton (17), Luke Winberg (15) Miles Munro (15)


Afturvendandi heiðursmerkjavinnarar frá Álandi eru Ben Lowndes sum vann gull í 100 blandað, 100 og 200 firvald umframt bronsu í 50 og 100 rygg, Ian Hubert sum vann silvur í 200 firvald og bronsu í 100 firvald, Nicole Hewlett sum vann silvur í 800 frí, Jeremy Osborne sum vann silvur í 100 og 200 frí og bronsu í 200 blandað, og Lotte Farfit sum vann bronsu í 200 og 400 blandað. Umframt serliga mannfólkastafettin, sum tók fleiri heiðursmerki.

Hartil vænta tey nógv av 14 ára gomlu Kristinu Neves, sum sambært bretsku miðlunum hevur klárað imponerandi úrslit ‘on national level’. Og Ian Powell ljóðar eisini sum ein farligur maður, sum ein ið kempar fyri at klára kravtíð til HM í Shanghai fyri Bretland í summar.

Hinvegin vænta Jonathan Le Noury og Robyn Le Friec, sum vunnu fleiri heiðursmerki seinast.

2 thoughts on “Guernsey ætla at vinna líka nógv heiðursmerki sum seinast”

  1. Tað vildi eg meint, og hóðast 19,9 ár í miðal, so er tað 14 ára gamla Neves eg vænti mær mest av. Hennara persónligu met á langgeil eru í mongum førum væl betur enn tey føroysku metini á stuttgeil og hon er ikki sum Powell, bert til eina grein (hóðast hann er stórfavorittur í firvald), so eg vildi sagt, at The game is ON!

    Okkara unga lið fær nokk at síggja til í summar.

    Koyri á øll somul, tí tað verður alt annað enn lætt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.