Svimjing er nú triðstørsta ítróttargrein í Danmark

Danmarks Idræts-Forbund (DIF) hevur nú talt upp tal á limum í ymisku sersambondunum, sum staðfestir at svimjing hevur haft stóra framgongd. Tilsamans 136.588 limir í donsku svimjifeløgunum ella 10632 fleiri síðani í august mánaða í fjør, sum ger at sersambandið Dansk Svømmeunion nú er tað triðstørsta í kongaríkinum, um hugt verður at limatølunum. Nakar sum kann gita hvørji hava flest limir? (koyri svarið í viðmerkingarnar).

5 thoughts on “Svimjing er nú triðstørsta ítróttargrein í Danmark”

    1. Fodbold, 342.955 (+21.733)
    2. Golf, 158.084 (+7.875)
    3. Svømning, 136.588 (+10.632)
    4. Gymnastik, 124.790 (+12.286)
    5. Håndbold, 114.928 (-2.909)
    6. Badminton, 94.564 (-2.306)
    7. Arbejderidræt, 74.316 (+3.825)
    8. Ridning, 74.237 (-748)
    9. Tennis, 62.541 (+1.021)
    10. Sejlsport, 58.238 (-668)

    Kelda http://www.simma.nu/dk

  1. Mín heilt persónligi pástandur: Um man hevði talt hvussu nógv sum siga seg gera ítróttin aktivt regluliga minst eina ferð um vikuna, so hevði svimjing ella renning verið heilt uppi í topp hjá teimum vaksnu, fótbóltur heilt í topp hjá smádreingjum, og súkkling ella svimjing heilt í topp hjá (donskum) gentum.

    Moralan er, at fótbóltur er fyri smádreingir og yvirvaksnar smádreingir. Get over it.

  2. Danir hava bæði DGI (Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger) og DIF (Dansk IdrætsForbund) sum paraply-organisatiónir yvir ítróttarfeløg, har tølini her bara eru úr DIF. Fimleikurin langt størri í DGI enn í DIF – einir 316.961 limir í DGI í 2009 – sum ger at serliga fimleikurin hevði staðið seg betri um tey taldu við.

  3. Det Gavner Ingenting… (DGI)

    Bretar hava motionist svimjarar við í teirra uppteljing um eg minnist rætt, og tí er svimjing nr.1 😉

    Var tað ikki so?

  4. Danir og normenn íðka fleiri ítrottargreinir enn vit, men tað sigur seg sjálvt, tá tey eru fleiri enn vit.


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.