Sjálvstýrisflokkurin vil hava lestrarpláss framum langhyl

Kári á Rógvi formaður í Sjálvstýrisflokkurin skrivar í grein her á sjálvstyri.fo og í Sosialinum í gjár, undir yvirskrift “Hvagar fer Pál”, um hví at hann er ímóti langhyli í Vági. Ella rættari, at hann raðfestir lestrarpláss framum at “tey ið kava hava ein djúphyl, ella tey ið syngja og spæla eina umvælda Silo”. Torført at finna høpi í tí sum hann skrivar, men eftir øllum at døma vil hann hava lestarpláss her heima til makarnar hjá øllum okkara úrmælingum úti í heimi, heldur enn at brúka pengar uppá ein sum longu er her.

“Skulu vit hava úrmælingar okkara heimaftur og fáa teir at skapa og skipa framtíð okkara og næsta ættarlið av úrmælingum, so mugu vit hava makarnar heim. Fyrst og fremst og ‘mest fyri pengarnar’ gerst hetta við at geva øllum føroyingum høvi at velja at taka allar vanligar útbúgvingar heilt ella partvíst í Føroyum.”

2 thoughts on “Sjálvstýrisflokkurin vil hava lestrarpláss framum langhyl”

  1. Kári á Rógvi – heldur enn at tvæssa um allar okkara úrmælingar úti í heimi, so nevn éin.

    So kunnu vit diskutera.

    Føroyingar hava ein lorta óvana at kjafta upp um ‘øll hini’, ella proklamera ein verðinsmeistara tí at onkur velur at súkkla úr Aalborg til Genner.

    Jú, tað er imponerandi at føroyingar klára at fara heilt uttanlanda OG taka eina útbúgving OG fáa arbeiði. Men tað ger teg altso ikki til nakran EM silvurvinnara.

    ALT kann mátast, íroknað mentan og vinnulív. Øll list er kommersiel, og hvør ‘Per og Pál’ hevur okkurt ultimativt at fara eftir, til at prógva sítt virði. Ársins leiðari í Danmark, Nobelvirðisløn, 3 ár á Broadway ella whatever.

    Men tað er IKKI ultimativt at hava betalt fyri at dansa í London, ella at ganga á skúla í USA, ella at hava verið á onkrum løgnum stað. Tað er bara ein spurningur um pengar, so leingi sum tað ikki gellir eftir í heimspressuni.

    Pál er fleirfaldur danmarksmeistari, trífaldur norðurlendsku juniormeistari, eg-veit-ikki-hvussu-ofta-faldur oyggjaleikameistari, trífaldur evropeiskur juniormeistari, fleirfaldur World Cup gullvinnari og EM silvurvinnari. Og hevur norðurlendskt met í 1500 frí.

    Hartil er hann regluliga í alheims miðlum, nevndur við virðing sum føroyingur, fyri at snakka um ‘branding’ av Føroyum.

    Kom so aftur Kári á Rógvi, við tínum boði uppá úrmælinginum uttanlanda. I dare you.

    Hví forrestin hetta fokus uppá at øll skulu sita heima hjá mammu og lesa ? Í Danmark hava tey tann øvuta trupulleikan, at tey mangla lærarar í Jútlandi hóast aðrir sita í Keypmannahavn, tí at tað er so langt at fara.

    Hvat við at síggja tað sum eitt virði, at føroyingar tora uttanlanda at lesa og arbeiða ?

    Ella hvat við at seta tær sjúkrasystrar í arbeiði, sum hava valt at lesa í Føroyum, og sum nú eftirfylgjandi ganga arbeiðsleysar her heima? Vit hava jú brúk fyri teimum, til grundleggjandi lívsvirði, meðan tit tosa um háskúlalestur.

  2. … at svimjing er so nógv annað, og at hylurin í Vági er til so nógv onnur enn Pál

    Persónliga umhugsi eg at flyta úr Eysturoynni um nøkur ár, tí at tey eftir øllum at døma ikki ætla sær nakra veruliga svimjihøll. Eg havi tað so nógv betri um eg sleppi at svimja regluliga, men her er bara eitt 16 x 7 metur kar á Toftum, sum eg sleppi at nýta ein part av 2 x 45 minuttir um vikuna. Og so stuttligt er tað heldur ikki at velja millum at koyra til Klaksvíkar, ella hoyra teir smáu júka um at sleppa til Klaksvíkar.

    Trust me, trivnaður hjá makum er so ekstremt nógv annað, enn ein skúlabonkur.

    Fyrrverandi formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum er úr hesum økinum, har eg arbeiði. Hann vildi ikki hava eitt ungdómshús í Runavík, tí tað var hinumegin vegin. Og hevði maktina at avgera tað, so at einki ungdómshús kom til Runavíkar.

    Svimjing er lívbjarging, heilsa, trivnaður, breidd og úrval, alt í einum einfaldum og hondgrípiligum pakka, við úrsliti her-og-nú. Men nei, pengarnir skulu brúkast til dømis til at granska føroysk veganøvn í staðin, fyri 1.5 mió kr.

    Sjálvbodnar kreftir fara um skamma stund at kunna vísa á svimjiførleikan hjá føroyskum skúlabørnum, fyri lítla ella onga krónu frá Landinum. Minnist til Kára tá, at vilja hava “allar vanligar útbúgvingar” heim, heldur enn svimjihyl.

    Fyri at endurgeva Michael Aller, formann í Rådet for Større Badesikkerhed, úr grein í 24.dk:

    »Jeg kan reelt ikke fatte, at man ikke går ind for skolesvømning. Man kan lære ungerne engelsk, tysk og fransk. Hvis de ikke kan engelsk, tysk og fransk, kan de altid tage det senere. Problemet er, at lærer de ikke at svømme, så kan de drukne«

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.