Innslag her úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, um Pál Joensen. Tey eru í Vági og tosa við Pál, sum sigur at møguleikin fyri langhyli er ein ógvuliga týðandi faktorur í fyrireikingunum hjá honum til OL í London í 2012, og at hann tí noyðist uttanlanda um ikki langhylurin kemur skjótt.
Pál hevur fleiri ferðir sóknast eftir einum svari frá politikarunum, um stuðul verður latin til hylin í Vági. Hann sigur at hann vil ikki misbrúka sína støðu sum góður svimjari, fyri at leggja trýst á. Men hann má hava eitt svar, so at hann veit hvussu hann skal fyrireika seg til komandi ár. Og vísir annars á at hylurin er til føroyska svimjing sum heild, meira enn til seg aleina.
Hygg yvir um banatogið í hasum innslagnum.
Smáir svimjarar sum hava møguleika at liggja og damla við síðuna av einum av størstu nøvnunum í svimjing fyri tíðina.
Pál út úr dagligu føroysku svimjingini verður ein missur fyri føroyska svimjing. Punktum.