Danska liðið til HM í Dubai úttikið

Danska Svimjisambandið avdúkaði í kvøld tey 6 sum fara at luttaka fyri Danmark á HM í Dubai í desember, og hvat sum tey skuldu svimja. Tey fýra Mads Glæsner, Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen og Jeanette Ottesen vóru longu úttikin áðrenn donsku meistarastevnuna nú, og hartil kláraði Pernille Larsen nú at kvalifisera seg í 100 rygg, umframt at Pernille Blume sleppur við sum liðsvimjari. Sí SwimNews.dk.

Tey 6 eru:

  • Mads Glæsner, VAT (200+400+1.500 Fri)
  • Lotte Friis, Sigma (200+400+800 Fri)
  • Rikke Møller Pedersen, FREM (50+100+200 Bryst)
  • Jeanette Ottesen, KVIK (50+100 Fri, 50+100 Fly)
  • Pernille Larsen, ESE (50+100+200 Ryg)
  • Pernille Blume, Sigma (Medley holdkap)

Venjarar verða Paulus Wildeboer og Per Holmquist, dagligur venjari hjá Jeanette Ottesen.

5 thoughts on “Danska liðið til HM í Dubai úttikið”

  1. Danmark og Svøríki hava júst havt teirra meistaraskap í 25m hyli.
    Sviar hava á simma.nu, hugt eftir vinnaratíðum, toppinum, og 12 plássi, breiddini, og tað er øgiligt sum sviar eru nógv betur, topp og breidd.

    Pdf fíla

    1. Í komandi NJM stendur Danmark til at hølva Svøriki av. Ísland fer allarhelst eisini at vinna á Svøriki. Sum orðafelli sigur, “den der ler sidst…” ella sum sviar siga, “snus är snus och strunt är strunt om ock i gyllene dosor men rosor i ett sprucket krus är ändå alltid rosor.”

      1. It aint over till the fat lady sings..

        Til NUM í Drammen var DEN super stór favorit, men fóru heim aftur væl flongdir av SWE.

        Nú havi eg ikki hugt eftir startlistanum, og veit tí ikki hvørjar svimjarar sviar hava við til NJM í ár, men SUM SIM innleiðandi, vísti at sviar enn eru nakað betur enn danir tá ið tað kemur til tey beint undir junioraldur. Hvussu er á juniorsíðuni í ár veit eg ikki, men tað verður spennandi at síggja. Eg veit at juniorarnar í NOR settu fleiri met til teirra stutthylja meistaraskap í novembur, og tað eigur at boða frá góðum. Øll eru tíverri ikki melda til í bestu tíð, men tað verður óiva rætta eftir tekniska fundin fríggjakvøldið.

        Okur eru í Kastrup leygarkvøldi til tær seinastu kappingarnar, og sunnumorgun til seinasta avsnitt av NJM. Pál sleppur at venja har leygarkvøldi og sunnudagin nú okur fara til Dubai.

        1. Hetta tí at tað noyddust vit, sambært innbjóðingini frá dønum. “Final entry” evstamark tann 26. november, sambært innbjóðingini frá dønum. Sjálvir tóku danir sítt lið út nú 5. desember, tí at eitt ella annað.

          Svenska liðið er sambært http://www.simma.nu/se

          Pojkar

          • Anton Andersson, Jönköpings Simsällskap
          • Joakim Hvalgren, Södertörns Simsällskap
          • Jesper Jonsson, Växjö Simsällskap
          • Johannes Kärki, Helsingborgs Simsällskap
          • Martin Nilsson, Väsby Simsällskap
          • Erik Persson, Kungsbacka Simsällskap
          • Axel Rebner, Karlstads Simsällskap
          • Mats Westergren, SK Ran

          Flickor

          • Celine Bertrand, Skövde Simsällskap
          • Elsa Ericsson, Täby Sim
          • Josefin Eriksen, Järfälla Simsällskap
          • Louise Hansson, Helsingborgs Simsällskap
          • Sara Hägglund-Björklund, Södertörns Simsällskap
          • Emelie Johansson, Täby Sim
          • Ellen Olsson, Skåre Swim Club
          • Lina Westerlund, Upsala Simsällskap
  2. Danir tóku eisini út sítt NJM-landslið í dag. Forbankað seint, má eg siga, tá ið tilmeldingarfreistin til NJM offisielt var tann 26. november. Og kanska orsøk til at vit ikki hava sæð ein startlista enn. Sí SwimNews.dk

    • Søren Dahl, AGF (Kort crawl)
    • Daniel Skaaning, VAT (Kort crawl)
    • Mie Ø. Nielsen, Aalborg (Kort crawl)
    • Kia Hansen, Køge (Kort crawl)
    • Amanda Sandager, GI40 (Lang crawl)
    • Andreas Schiellerup, Sigma (Ryg)
    • Cecilie Hansen, Aalborg (Ryg)
    • Cecilie Holten, Triton Ballerup (Bryst)
    • Julie Schmidt, Sigma (Fly)
    • Viktor B. Bromer, AGF (Medley)
    • Sidse Kehlet, ESE (Medley)
    • Julie Aglund Lauridsen, Sigma (Medley)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.