Evropeiska svimjisambandið LEN skipar sum kunnugt fyri EM á stuttgeil her í vikuni, mest tí at teir skulu vegna sínar sponsoravtalur og líkandi, og hóast at nógvir av teimum bestu svimjarunum velja heldur at fokusera uppá heimsmeistarastevnuna í Dubai um knappan mánaða. Í viðfesta tíðindaskrivi skriva tey tó frá minst trimum stórum nøvnum sum fara at luttaka – italska Federica Pellegrini og týsku Britta Steffen og Paul Biedermann. Og avdúka hartil, at tey hesuferð fara at royna seg við blóðtest av svimjarum, har tað til nú annars allarmest hevur verið bara landroyndir.
Synd at startlistin ikki longu fyriliggur til øll at síggja.
Um nú FINA vil royna blóðtestir í Dubai, hvat so við teimun sum ikki vilja lata seg testa vegna religión?
Ella hvat um fólk melda frá kappingini sum heild, koma tey so undir illgruna fyri at vilja royna at goyma okkurt?
Tað er jú ikki ókent at fólk rýma tá ið tey hoyra um nýggjar testir, ella testir yvirhøvir. The Dream Team, til dømis 😉
1500 startlistin riggar ikki í løtuni, men Biedermann, Colbertaldo, Pizzetti, Selin, Kienhuis, Kulikov, Ushakov, Kvale, Lie, Bauwens, Frolov og fleiri hava meldað til 400 frí.
1500 startlistin er at finna her. Millum luttakarnir eru Wolfgarten, Colbertaldo, Kienhuis, Pizzetti, Frolov, Kulikov, Bauwens og Lie.
Eg giti at Pizzetti vinnur 1500 frí, Kienhuis verður nr 2, Wolfgarten nr 3 og Colbertaldo verður nr 4. Lie verður nr 6.