Schubert ikki longur amerikanskur landsliðsvenjari

Amerikanski høvuðs-landsliðsvenjarin Mark Schubert varð sum kunnugt sendur til hús í september mánaða, við tað sum tey kalla 60 daga “paid leave of absence”. Nú veit AP at siga frá ónevndari keldu í USA Swimming, at Chuck Wielgus stjóri í USA Swimming fríggjadagin hevur fráboðað teimum, at Schubert ikki longur er høvuðs-landsliðsvenjari.

Hóast tað kanska var væntandi, so er tað týðiligt at hendan ikki-almenna fráboðanin undrar amerikanarar. Á SwimmingWorld Magazine umbera tey seg fyri ikki at hava borið søguna longu fríggjadagin, av tí at har vóru mótsigandi úttalilsi frá USA Swimming. Og á scaq.blogspot.com undrar tað Tony Austin, at hetta soleiðis verður sníkt út.

So again, if this is true, why is neither side talking? Why is there no acrimony, pleasant farewells or a gold watch goodbye? Sounds like there is a “game theory equation” in there somewhere whereas it was in USA Swimming’s best interests to dump him and consequently it is in both parties interests to to say nothing about it.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.