Ítróttarflokkarnir verða verandi í donsku fólkaskúlunum

Tina Nedergaard ráðharri í undirvísingarmálum hevur avgjørt at geva fólkaskúlunum dispensatión, so at úrvalsflokkarnir fyri ítróttartalent í 7. til 9. skúlaflokki kunnu halda áfram. Tað var annars upp á tal at teir skuldu steingja, av tí at Statsforvaltningen dømdi tað at vera í stríð við fólkaskúlalógina, at loyva summum og ikki øllum børnum at ganga í hesum úrvalsflokkum. Ein tanki sum danska lærarafelagið tók undir við, men sum lærar og foreldur at næmingum í úrvalsflokkunum ikki tóku undir við, av tí at tað riggar so væl reint praktiskt við hesum flokkum. Les t.d. her á teamdanmark.dk.

One thought on “Ítróttarflokkarnir verða verandi í donsku fólkaskúlunum”

  1. Rasmus Jansen orðførari hjá teimum Konservativu í útbúgvingarmálum heldur at tíð er til at fáa líknandi úrvalsflokkar eisini fyri næmingar sum eru bókliga væl fyri eisini.
    http://ekstrabladet.dk/sport/anden_sport/anden_sport/article1449050.ece

    Eg var eingin ítróttarhetja í skúlanum, og havi lítlan og ongan pedagogiskan førleika heldur. Men sum ein ið gjarna vildi læra í fólkaskúlanum, millum næmingar sum helst bara vildu krógva bøkurnar fyri mær, so taki eg 100% undir við hesari tankagongdini!

    Vit hava øll okkara styrkir – bókliga, ítróttarliga, tónleikarliga ella handaliga. Tað er eingin orsøk til at kalla tað ‘úrval’, um bara fólk sleppa at brúka eitt sindur meira tíð enn hini uppá tað sum tey eru góð til.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.