Home Stretch

Ein stutt heilsan her úr Stokkhólmi, nú vit sum fóru beinleiðis úr Føroyum eru komin hálvvegis, og hini sum fyrst fóru til Berlin og Moskva eru næstan á heimleið aftur. Dagurin í dag var kanska ikki 100% optimalur, men tó øgiliga góð kappingarvenjing, og lagið er gott. Haldi meg kunna siga, at tey veruliga herja á í morgin, nú tað byrjar at líða við World Cup.

DSC01395

Vit búgva rættiliga gott, men ikki soleiðis heilt avbera fínt. Tað fínasta við at vera her, er sum nevnt at allar stjørnurnar eru her eisini, og at man tí allatíð stoytir seg í nøvn sum Marshall, Alshammer, Seppala, Munoz, Schoeman, Vyatchanin, Friis, Balmy og Bernard, í matarstovuni, í elevatorum og á gongini.

Í høllini er líka trongt – ikki tí at høllin er lítil (og so slettis ikki), men tí at har eru so nógv fólk. Hugaligt at síggja hvussu sviar vórðu noyddir at taka meira og meira burtur av tí gigantiska bannara sum tey høvdu dekkað umleið triðingin av teimum mongu áskoðarasetrunum við, allarhelst so at har ikki skuldu vera so nógvir tómir stólar at hyggja uppá. Giti at tey høvdu dekkað til so at restin fór umleið alt til tey sum høvdu forútkeypt bilettir, og so tóku bannaran av so hvørt sum fólk komu til í kvøld.

DSC01396

Í øllum førum føldist tað stúvstappað, av svimjiáhugaðum fólki. Eg má fara taka mynd av gongini beint undir har sum áskoðarabalkongin endar, til at vísa tykkum hvussu har er ein skógu av autografbókum við viðfestu myndum, sum børn (og vaksin?) hava hangandi úr erva.

Nakrir føroyingar vóru her eisini, sum høvdu ein risastóran bannara við. Nú hoyrdi eg ikki so væl tí at eg sjálvur rópti, men tað tyktist eisini sum um at Pál hevði ein ávísan uppbakning frá svium, nú hann varð præsenteraður til finaluna í kvøld.

SANY1895

Birita og Magnus gera eisini sítt allarbesta, í einum umhvørvi sum so lættliga kann fáa ein at føla seg eitt sindur lítlan. Hoppa tey ikki í hylin niður til evropameistarar og heimsmeistarar um morgunin, so fáa tey trupulleikar við at fáa upphitað yvirhøvur, og tí mugu tey bara hoppa har niður. Ikki at tað er fíggindarligt yvirhøvur, tí øll uppføra seg upp á stás; men tað er meira tankin.

Tey hava verið røsk at venja nú eftir finaluna í kvøld, og gera tað aftur í morgin, eftir sínar egnu kappingar. Málið er jú norðurlendska juniormeistarastevnan í desember, og hetta her meira løn fyri at hava rokkið høgt støði tíðliga í svimjiárinum, umframt kappingarvenjing av grovasta slag.

DSC_5387

Í morgin er tað aftur upp kl 06:30 svenska tíð, sum er klokkan 05:30 føroyska tíð, fyri at eta og síðani fara í hylin klokkan 07:30. Alt fyri at fáa svøvnin úr kroppin so tíðliga sum gjørligt, so at Birita og Magnus orka at svimja við fullari ferð út á fyrrapartin. Síðani heim at sova eitt sindur, áðrenn farið verður í hylin at síggja Pál kempa um heiðursmerki einaferð afturat, og so í hylin aftur at venja eitt sindur meira. Pál sjálvur fær frí í morgin árini, fyri fyrstu ferð síðani tey fóru úr Føryum, so at hann betur kann løða upp til 1500 finaluna.

Og mánamorgunin er tað so aftur okkurt við at bussurin koyrir til flogvøllini klokkan 07:30, so at suðuroyingar kunnu náa suður kl 16:00 føroyska tíð (ið er klokkan 17:00 her í Stokkhólm). Ja, svimjing er eitt rukkulív, sum tíbetur eisini ofta er so mikið stuttligt, at tað er tað heila vert.

One thought on “Home Stretch”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.