Heilsan úr Stockholm

Rókur skrivar sms-boð:

“Morgunmat til borðs við [Alexander] Dale Oen og [Jeanette] Ottesen, skulu venja saman nú kl 09. Go team Scandinavia”.

10 thoughts on “Heilsan úr Stockholm”

  1. “Hetta eru allar stjørnurnar klumpaðar saman. Munoz her við síðuna av, føroyingarnir á geil við síðuna av Bernard”

  2. Stockholm kl 12:29.

    “Fín venjing í morgun. Alt sum kann gruvla og ganga av ‘big shots’ er her, bæði í hylinum og á hotellinum (búgva flest øll saman)”

  3. Kl 7.21:

    “Upphiting liðug, her er ekstremt crowdy. Birita og Magnus eru klár at kappast, Pál kemur fyrst nú at hita upp í hinum hylinum”

  4. Kl. 9.14:

    “Birita eitt sindur frá sínum bestu tíðum [27.03], vónandi mest vegna væntandi niðurtrapping.”

  5. Kl. 9.17:

    “Pál sá knúsandi gott út, lá upp á hjul av japananum, til hann valdi at fara frá. Rouault svam eisini gott, meðan Biedermann og Agnel lúrdu upp á hvønn annan.”

    Finalistarnir í 400 frí eru:

    1. Sébastien Rouault, Frakland, 3:45.11 – Evropameistari í 800 og 1500 frí
    2. Paul Biedermann, Týskland, 3:45.69 – Heimsmeistari og heimsmethaldari í 200 og 400 frí
    3. Yannick Agnel, Frakland, 3:46.25 – Evropa- og juniormeistari í 400 frí
    4. Pál Joensen, Føroyar, 3:48.85
    5. Anders Lie, Danmark, 3:49.03
    6. Jumpei Higashi, Japan, 3:49.89
    7. Ward Bauwens, Belgia, 3:53.45
    8. Gard Kvale, Noreg, 3:54.04
  6. Kl. 10.23:

    “Rouault meldar frá 400 frí í kvøld, tí hann kom beinleiðis í 400 blandað finalu seinnapartin. Venjarin segði, at hatta mest var til at vita hvar hann var – hevur ikki kappast síðani Budapest”

    – ok, so liggur ein medalja klár til Pál.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.