Startlistin til World Cup í Stockholm klárur

Startlistin til World Cup í Stokkhólmi sæst nú her á simforbundet.se, har vit millum annað síggja at Pál skal kappast ímóti Paul Biedermann og Yannick Agnel í 400 frí, og ímóti evropameistaranum frá EM á langgeil í summar, franska Sébastien Rouault í 1500 frí. Hartil fara Birita Debes og Magnus Jákupsson sum kunnugt eisini at luttaka, við heilt góðum styrkismetingum í mun til teirra unga aldur.

Har verður altso eingin Job Kienhuis á World Cup í Stokkhólmi, men hinvegin týski Paul Biedermann og fronsku Yannick Agnel og franski Sébastien Rouault, sum gjørdust evropameistarar á langgeil í ávíkavist 200, 400 og 1500 frí, tá ið EM var í Budapest í summar. Nú er stuttgeil ikki heilt tað sama sum langgeil, við tað at man skal duga tað betur at venda á stuttgeil, enn á langgeil. Men tað er tó eingin ivi um, at Pál fær ríkiligt av avbjóðingum í Stokkhólmi, eisini tí at fraklendingarnir tá ikki longu hava luttikið í Berlin og (møgliga) Moskva.

Birita og Magnus eru í niðara enda á startlistunum, men tó høgt í mun til teirra aldur, og við í heilum nokk so ‘stuttligum’ nøvnum undir sær. Birita hevur til dømis styrkismeting beint frammanfyri simbabvisku Kirsty Coventry í 50 rygg, við forrestin bestu tíð av øllum svimjarum árgang 1995 ella yngri, og er eisini styrkismet betur enn svensku Lovisu Ericsson í 100 rygg. Coventry er fleirfaldur heimsmeistari og olympiskur meistari í ryggsvimjing á 100 og 200 metra teinunum, og Ericsson hevur eisini sett svenskt met í 100 rygg og alt møguligt.

Magnus Jákupsson otar seg í 50 firvald heilt upp á styrkismeting sum nummar 30 av 47 luttakarum, og er konsekvent ovast av øllum dreingjum árgang 1994 ella yngri, undantikið í 100 firvald har hann er nummar 3. Hann hevur sum heild meira ‘luft’ aftur til síðstapláss á styrkislistunum enn Birita, sum er plássið ið vit sjálvsagt helst vilja umganga, líka mikið um umberingin er at tey eru so ung ella ei.

World Cup í Stokkhólmi er sum kunnugt longu næsta vikuskifti, leygardag og sunnudag 6. til 7. november, við somu skrá sum nú í Berlin og týsdagin og mikudagin í Mosvka. Eg leiti enn sum svakur eftir startlistanum til kappingina í Moskva.

One thought on “Startlistin til World Cup í Stockholm klárur”

  1. Biedermann 3:42.31 í Berlin, Agnel 3:42:31 í Genova. Sær út til at tað blívur tætt í Stokkhólmi 😀

    At the Genoa meet in Italy along the coast from Agnel’s base at Nice, where he is coached by Fabrice Pellerin, Gaul’s gladiator clocked 3:42:31, equalling the effort of world champion Paul Biedermann (GER) at the Berlin round of the world cup last weekend.

    http://www.swimnews.com/news/view/8201

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.