Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.

worldcup-berlin2010-pal-a-kantinum

Pál svam longu í øðrum riðli av fýra, og mátti tí svimja lutfalsliga skjótt til at tryggja sær pláss í finaluni. Uppgávan var at halda seg frammanfyri russiska Alexander Shimin, sum lá undir liðini á honum á geil 5, har Pál var á bestu geil 4.

Tað gekk eisini sum ætlað, at Pál legði seg á odda longu eftir fyrstu 50 metrarnar, við millumtíðini 26.42 sekund. Hann dró so líðandi frá hinum, upp til 350 metrar, har hann við tíðindi 3:18.57 hevði næstan hálvt sekund aftur til Shimin á 3:18.95, og so aftur eitt vet longur niður til niðurlendska Job Kienhuis á 3:19.04.

Men síðstu 50 átti Kienhuis ein spurt á 27.69 sekund, í mun til 28.19 hjá Páli, sum merkti at niðurlendingurin akkurát fekk klórað seg fyrr á mál, við tíðini 3:46.73 og trimum hundraðpørtum frammanfyri Pál á 3:46.76. Shimin gjørdist nummar trý við 3:46.79.

Tað sigur eitt sindur um ferðina í triðsíðsta riðli, at hesir tríggir Kienhuis, Joensen og Shimin gjørdust ávíkavist nr 1, 2 og 3, av teimum 27 sum svumu innleiðandi 400 frí.

Týski favoritturin Paul Biedermann gjørdist nummar 4 við tíðindi 3:46.85, sum tó ikki sigur meira enn, at hann annaðhvørt ikki megnaði at svimja skjótari, ella at hann sum klárt skjótasti svimjari í síðsta riðli visti, at tað var nóg mikið til at koma á nøkulunda miðgeil í finaluni.

Biedermann eigur heimsmetið á 3:32.77, frá sama World Cup í Berlin í fjør. Besta tíð hjá Páli er føroyska metið 3:40.12 frá EM á stuttgeil í Istanbul í desember í fjør, og Biedermann má tí enn metast at vera greiði favoritturin av teimum báðum, til at verða við yvirlutan seinnapartin.

Besta tíð hjá Kienhuis er 3:46.17 frá niðurlendsku meistarastevnuni á stuttgeil í fjør, sum merkir at hann við 3:46.73 svam ikki so langt frá bestu tíð í morgun. Besta tíð hjá russiska Shimin er 3:44.84, frá Salnikov Cup í Sankta Pætursborg í desember mánaða í fjør.

Finalan í 400 frí verður nú seinnapartin, einaferð miðskeiðis í skránni, sum byrjar kl 14:30. Til ber at fylgja við á www.svimjing.com/live, har vit savna saman leinki til beinleiðis video og beinleiðis tíðtaking, umframt at til ber at síggja videobrot sum Jón Bjarnason ger á kantinum í Berlin.

Úrslitalistin frá teimum 400 í morgun sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C51A1_SLHeats_12_Heats_Men_400_Free.pdf

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

8 thoughts on “Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí”

  1. Vegna svikaligt netsamband í Berlin eru myndirnar ikki so góðar og endin av riðlinum er ikki við, tí netsambandið reyk.

    Geil 1 – Joel Ax (GER) – 3:49.35
    Geil 2 – Jan Wolfgarten (GER) – 3:49.46
    Geil 3 – Job Kienhuis (NED) – 3:46.73
    Geil 4 – Pál Joensen (FAR) – 3:46.76 (hvít húgva)
    Geil 5 – Alexander Shimin (RUS) – 3:46.79
    Geil 6 – Clemens Rapp (GER) – 3:50.70
    Geil 7 – Joost Reyns (NED) – 3:55.55
    Geil 8 – Johannes Koldehoff (GER) – 4:03.09 (tættast við kamera)

  2. Kienhuis sigur her sambært Google Translate: “On my first World Cup as the first through the 400m in 3.46.73! We’ll see what tonight more in it!”

    Op mijn 1ste wereldbeker wedstrijd als 1ste door op de 400m in 3.46.73! We zullen zien wat er vanavond nog meer in zit!less than a minute ago via Tweets60

  3. Veit ikki hvat vit skulu leggja í hetta, men týsku fyriskipararnir leinkja ikki longur til startlistar fyri stevnuna í morgin:
    http://www.fina-arena-worldcup.com/competition/results.html

    Teir síggjast heldur ikki (enn) á http://www.omegatiming.com:
    http://www.omegatiming.com/calendar/index.html

    Møguliga er tað bara vegna frámeldingar ella líknandi, ella okkurt tekniskt nú stevnan er byrjað. Og tað sigur altso ikki nakað spesifikt um 1500, síðani at startlistarnir mangla til allar kappingar í morgin.

    1. Hatta má vera okkurt tekniskt, so-ella-so, tí gamla leinkið riggar enn:

      http://www.fina-arena-worldcup.de/competition/entries.html

      Leggið til merkis, at Pál í morgin er favorittur í finaluni í 1500 frí, við 9 sekundum aftur til netupp niðurlendska Job Kienhuis, sum her í morgun svam upp ímóti honum og framvið í 400.

      EM-vinnarin frá Istanbul í fjør, týski Jan Wolfgarten, verður har eisini, sum svam 3.49.46 í morgun, umframt russiski Alexander Shimin, sum svam 3:46.79 í morgun.

      http://www.fina-arena-worldcup.de/2010docs/Meldelisten/SWC2010_rep_wc_startlisten_wettkampf-18-21102010-140249.pdf

    1. Kinhuis hevur neyvan meira at bjóða uppá. Shimin er eitt sindur “dark horse”. Benjamin Starke er, eins og Shimin, ein eg ikki heilt veit hvar eg havi hann.

      Biedermann svimur vææææl skjótari í finaluni, og Pál skal við honum. Ella kanska meira undan honum. Tá ið Phelps ikki klárar at hanga í seinasta 50m, so tíma okur ikki at royna tað 😉

      Tað eru óiva teir 5 sum kempa um heiðursmerkini í finaluni. Hvør í fær hvat… tja 😉 Um ikki so langa tíð, so eru okur øll tað klókari 😉

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.