Fylgið við World Cup beinleiðis á svimjing.com/live

Pál Joensen fer sum kunnugt at luttaka á World Cup í Berlin her í vikuskiftinum, sum favorittur til at vinna gull í 1500 metra frísvimjing, og við heiðursmerkjavónum eisini í 400 frí. Tó so hevur Kringvarp Føroya enn ongar formligar ætlanir um at senda beinleiðis frá hesum, sambært skránni á kringvarp.fo – og her á svimjing.com fara vit tí at gera alt sum stendur í okkara makt, so at til ber at fylgja við beinleiðis á www.svimjing.com/live

hylurin1

Eg havi haft trupla samrøðu við kringvarpsfólk her í vikuni, um tað at einki enn er sent frá úttøkustevnuni í vikuskiftinum, hóast úrslit har vóru framúr í norðurlendskum og altjóða høpi, hóast avtalur vórðu gjørdar um útvarping haðani, og hóast at eg persónliga tryggjaði at viðkomandi sjónvarpsupptøkur vórðu gjørdar í høllini, av freelance fólki sum so vítt eg veit varð sent fyri Kringvarp Føroya.

Frágreiðingin sum eg havi fingið, er at tey í Kringvarpinum halda at svimjingin vildi dottið niður í millum, um hon varð send saman við øllum fótbóltinum, mánakvøldið. Men sum ein vísur maður segði við meg í samrøðu aftaná, so er tað nakað forferdiligt tvætl: Um fótbólturin veruliga hevur so stóran týdning, og svimjingin so lítla, so høvdu vit væl ongantíð fingið betri reklamu, enn netupp við at hava verið nevnd bara 3 minuttir, hóast at HB varð blivið føroyameistari.

Tey siga at tey senda frá úttøkustevnuni í kvøld, sum eg haldi vera ov seint. Persónliga eri eg komin til ta niðurstøðu, at hetta tíverri er tann háttur sum starvsfólk og leiðsla í Kringvarpinum meta seg lyfta sína ‘public service’ skyldu best, tá ið tað kemur til ítrótt. At um HB verður føroyameistari í fótbólti, og B71 tryggjar eitt ár afturat í bestu innanlanda deild við at tapa við 9 málum ímóti NSÍ, so má allur annar ítróttur víkja. Fyri at brúka eitt góða politiska vending, so havi eg tí eisini mist álitið á Kringvarp Føroya.

Tískil er mítt fokus nú 100% aftur uppá at bera tíðindini um Pál Joensen so væl sum gjørligt her á www.svimjing.com. Og tíbetur hava vit amboðini, soleiðis at hóast hetta er fyri mínar egnu persónligu pengar, og uttan nakra inntøku av at eiga og reka www.svimjing.com, so kann eg bjóða tykkum bæði beinleiðis video, beinleiðis úrslit, beinleiðis ljóð og møguleika at samskifta við meg og onnur svimjiáhugaði, i sambandi við World Cup og HM í Dubai, á www.svimjing.com/live.

Gevið gætur, at tey glefsini sum eru í hesum teksti, eru frá mær persónliga, og altso ikki frá Svimjisambandinum. Gevið eisini gætur, at eg veit um at tey í Kringvarpinum nokk ætla sær at gera okkurt, á sama hátt sum tey í sambandi við til dømis EM í Budapest tóku seg saman í síðstu løtu, og forrestin eisini høvdu ætlanir um at gera okkurt í sambandi við landsdystin ímóti Íslandi herfyri, sum so allíkavæl av eini og hvørjari orsøk varð av ongum. Persónliga vil eg bara ikki bíða eftir hesum longur, og fyrireiki meg tí heldur sum um at tey einki fara at gera.

2 thoughts on “Fylgið við World Cup beinleiðis á svimjing.com/live”

  1. Sjónvarp Føroya ætlar seg at senda ‘Eplasøguna’, meðan Pál svimur sum favorittur í 1500 frí, og Útvarpið vælsagtans eina endursending av ‘Skannaranum’. Don’t take my word for it …

    kvf-skra-20101031

    1. Kringvarpið broytti fyri løtu síðani skránna, so at Eplasøgan nú má víkja fyri Páli

      kvf-skra-20101031-epli-out

      Søgan sigur einki um, nær vit so sleppa at hoyra um eplini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.