Framúrskarandi úrslit á úttøkustevnuni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Ungu svimjararnir svumu sum ongantíð fyrr, tá ið úttøkustevna var í Klaksvík her um vikuskiftið. Tilsamans 1 føroyskt met og 7 juniormet vórðu sett, umframt at ein kláraði kravtíð til Oyggjaleikir í summar, ein afturat kravtíð til NJM í desember, og 4 afturat tíðir sum hevði kunnað kvalifiserað tey til NJM, um bara tey høvdu aldur til at kunna luttaka. Tilsamans 9 svimjarar vórðu úttiknir til NJM, og 2 til World Cup.

NJM-liðið 2010

Føroyskt met

Teir 4 Óli Mortensen, Pauli Ø. Mohr, Bartal Hestoy og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaðu í síðstu kapping á stevnuni at seta flott nýtt føroyskt met í 4 ferðir 200 metra frísvimjing, við tíðini 7:59.62 har føroysk metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá Ægir stevnu í mars mánaða var 8:11.26, og besta tíð hjá føroyska landsliðnum 8:02.75 frá NJM í 2006. Teir eru sostatt eisini fyrsta føroyska lið sum er undir 8 minuttir í 4 ferðir 200.

Juniormet

  • Magnus Jákupsson (1994), Havnar Svimjifelag: 2:12.64 í 200 firvald

    – kravtíð til at kunna seta juniormet var 2:18.47
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir: 2:40.30 í 200 bringu

    – Turið átti juniormetið á 2:41.11 frá meistarastevnuni fyri ung í vár
  • Helena S. Sævarsdóttir (1994), Tanja Skaalum (1997), Kristina Elin Thomsen (1998), Guðrun Mortensen (1997), SuSvim: 4:40.52 í 4×100 blandað

    – Ægir átti juniormetið á 4:41.25 frá FM 2010
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir: 5:10.93 í 400 blandað

    – Turið átti juniormetið á 5:11.41 frá HS stevnu í september
  • Tanja Skaalum (1997), Helena S. Sævarsdóttir (1994), Erna Katrin Olsen (1996), Guðrun Mortensen (1997), SuSvim: 4:06.83 í 4×100 frí

    – Ægir átti juniormetið á 4:10.25 frá FM 2010
  • Birita Debes (1995), FLOT: 2:23.16 í 200 rygg

    – Birita átti juniormetið á 2:23.67 frá NJM 2009
  • Bjarni M. Petersen (1992), Sigmund Mørkøre (1995), Alvi Hjelm (1994), Heðin L. Olsen (1994), Ægir: 8:23.62 í 4×200 frí

    – Ægir átti juniormetið á 8:46.71 frá Ægir stevnu í mars 2010

DSC_5200

Oyggjaleikakravtíð

Poula Ø. Mohr megnaði at svimja 31.01 í 50 rygg, har hennara silvurheiðursmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 var 31.24. Kravtíðirnar til Oyggjaleikir 2011 eru sum kunnugt silvurheiðursmerkjatíðirnar frá seinast, og Poula hevur sostatt klárað kravtíðina til Isle of Wight.

Kravtíð til NJM

Sofus Bech úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði í 1500 frí at svimja undir kravtíðina til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Kastrup í desember, við tíðina 17:16.79. Afturat honum hava 9 aðrir svimjarar klárað kravtíð til NJM í Kastrup tann 11. til 12. desember 2010, harav ein genta varð so óheppin at gera tað í grein har tríggjar aðrar kláraðu kravtíð í somu grein við betri tíð, so at liðið nú sær soleiðis út:

  • Birita Debes (1995), FLOT – 100 rygg, 200 rygg, 50 frí o.a.
  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 200 frí, 400 frí, 800 frí o.a.
  • Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim – 400 og 800 frí
  • Heðin L. Olsen (1994), Ægir – 50 og 100 frí
  • Jonna B. Thomsen (1996), FS – 200 frí, 200 rygg, 200 blandað o.a.
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 100 rygg, 100 firvald, 200 blandað o.a.
  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 50 frí og 100 frí
  • Sofus Bech (1994), SuSvim – 1500 frí
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 100 bringa, 200 bringa, 200 blandað o.a.

Tríggir aðrir megnaðu at svimja enn skjótari enn Sofus í 1500 frí, men eru bæði 1 og 2 ár ov ungir til at sleppa at luttaka á NJM: Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag við 16:25.55, Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við 16:29.45 og Sigmund Mørkøre úr Ægir við 17:13.66. Óli og Eyðbjørn megnaðu somuleiðis undir NJM kravtíðina í 200 og 400 frí, men eru altso ov ungir.

DSC_5155

Hartil megnaði Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag at svimja undir kravtíðina til NJM í 800 frí, við tíðini 9:39.49, umframt í 200 frí, 100 bringu og 200 bringu. Hon er tó tíverri eisini ov ung til at ganga undir treytirnar fyri luttøku á NJM, soleiðis sum reglurnar fyri stevnuna eru.

World Cup í Stokkhólm

Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag hildu síni fyrstupláss í kappingini um í tíðarskeiðnum frá 1. september til 24. oktober 2010 at fáa flest FINA stig í éinari svimjikapping. Birita við 1:03.15 og 734 stigum í 100 rygg og Magnus við 24.95 og 733 stigum í 50 firvald, bæði frá landsdystinum ímóti Íslandi í heyst. Tey bæði sleppa tí til Svøríkis at kappast tann 6. og 7. november 2010, saman við Páli Joensen á World Cup stevnuni í Stokkhólmi.

DSC_5240

HM í Dubai

Nú eftir úttøkustevnuna í Klaksvík kunnu vit staðfesta, at einans Pál Joensen kláraði kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Dubai í desember. Hann verður tí einsamallur føroyskur luttakari í Sameindu Arabisku Emiratunum, tá ið HM verður har tann 15. til 19. desember 2010.

Nálir

Eisini eina rúgvu av svimjinálatíðum vóru náddar í Klaksvík, at støðið á stevnuni var høgt, sæst kanska best av at heilar tríggjar silvurnálir við stjørnu vóru latnar, nálavinnararnir vóru:

Silvurnál við stjørnu

  • Jón Hofgaard, Suðuroyar Svimjifelag í 100 bringusvimjing, 1:06,50
  • Eyðbjørn Joensen, Suðuroyar Svimjifelag í 1500 frísvimjing, 16:29,45
  • Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag í 1500 frísvimjing, 16:25,55

Silvurnál

  • Annika S. Olsen, Havnar Svimjifelag í 100 frísvimjing, 1:02,72
  • Edit Dahl, Havnar Svimjifelag í 50 ryggsvimjing, 0:32,78

Bronsunál við stjørnu

  • Høgni Simonsen, Suðuroyar Svimjifelag í 50 frísvimjing 0:27,02

Bronsunál

  • Signhild Joensen, Ægir í 200 frísvimjing 2:40,41

agir-20102024-nalir

Boðar gott fyri framtíðina

Svimjiárið 2010/11 er bara 2 mánaðar gamalt og longu nú hava okkara svimjarar víst einastandandi form. Landsdysturin millum Ísland og Føroyar fyri trimum vikum síðani gav ábendingar um støðið á okkara bestu svimjarum. Nú fyrsta úttøkukappingin í hesum svimjiárinum er farin afturum hava svimjararnir víst at hesar ábendingar vóru álítandi. Eitt føroyskt met, sjey juniormet og níggju svimjarar, ið hava klára kravtíðirnar til Norðurlendska Juniormeistarastevnuna í Danmark í desember, uttan iva eitt tað størsta liðið vit nakrantíð hava sent uttanlanda til NJM. Tveir teir komandi mánaðirnar verða avberandi spennandi fyri føroyska svimjing, og longu komandi vikuskifti verður fyrsta avbjóðingin, tá Pál luttekur í fyrstu World Cup stevnuni í Berlin.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

8 thoughts on “Framúrskarandi úrslit á úttøkustevnuni”

  1. Bjarni & co svimja fyri Ægir, ikki SuSvim, ahem.

    Tað er nú rættað her, men kemur sikkurt at standa galið alla møgliga staðni.

  2. Poula Ø. Mohr (1995), FLOT..hmmmm haldi hon svimur fyri FS.

    Nei nei Rókur tak hana nú ikki frá okkum úr FS :))))

  3. Ikki eitt eyga var turt, jaaa passar, ein so rørandi løtu, royndi eisini at syngja við, men fekk ikki, nógv for rørd 😉 hehehe.

Leave a Reply to SPEEDOCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.