Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki

Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin setti herfyri fyrireikarnar av 50 metra hyli í Vági nakrar fyrispurningar í almennum brævi, týðiligvís ivasamur um verkætlanini. Hann vil vita hvussu tað ber til at byggja høllina fyri millum 12 og 13 milliónir, og brúkar annars vendingar sum til dømis at “hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum”, um tíðarætlanin hjá fyrireikarunum. Nú hava fyrireikararnir so svarað, millum annað her á Suðurrás.fo.



Og svarið er einfalt, at arbeiðið til nú hevur so gott sum alt verið fyri ongan kostnað, og at tey hava fingið serstakliga góð tilboð uppá tilfar.

At kalla alt arbeiðið, sum er gjørt higartil, er gjørt fyri 0,- kr. um tíman. Har tað er rindað fyri gjørt arbeiði, hevur verið talan um symbolskar upphæddir í mun til tað arbeiði, sum er gjørt. Tey skrivligu tilboðini upp á tilfar vm. bera brá av tí sama, og so bendir nógv á, at tey, sum hava givið tilboð upp á tilfar, hava gjørt av, at tey skulu ikki vinna pening upp á hesa verkætlanina, heldur er tað hinvegin! Eitt ótal av handverkarum í Suðuroynni hava hvør í sínum lagi bjóðað seg fram at vera við í verkætlanini fyri 0,- kr. um tíman.

Stórur dentur er lagdur á, at byggjast skal so einfalt sum yvirhøvur tilber. Bygningurin er sera einfaldur og er tí eisini einfaldur at byggja. Tá tað er einfalt at byggja, kostar tað ikki meiri enn neyðugt er. Økið inni á Oyrunum í Vági er framman undan steinsett, upprunaliga helst ætlað sum eitt havnaøki, og sjálvt um smáar justeringar skulu gerast, er tað at kalla byggiklárt.

Ikki minst, so hava kommunur, fólk og vinna kring landið og eisini fólk og fyritøkur uttanlands (!) víst verkætlanini heilt ótrúliga vælvild. Og tað er nettupp tann vælvildin, sum ger, at byggikostnaðurin til hesa verkætlanina verður munandi lægri enn byggikostnaðurin á t.d. almennum verkætlanum.

SEV viðger í løtuni eina skrivliga umsókn frá fyrireikarunum um loyvi at brúka avlopshitan frá Vágsverkinum, og Løgtingið skal eisini taka støðu um tær 2 x 2 milliónir krónurnar, sum eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 og 2012. Men annars er tað fyri so vítt alt sjálvboðið arbeiði til veruligan tilboðsprís.

At enda skriva fyrireikararnir í sínum svari til Helga Abrahamsen:

“Tað er ikki okkara ætlan at brúka tíð og orku upp á kjak í miðlunum. Tí fara vit heldur ikki at brúka okkara orku upp á framhaldandi kjak í miðlunum. Hava onnur enn Helgi Abrahamsen spurningar, so kunnu tey altíð skriva til okkara á info [kurla] svimjihollin.com, so skulu vit royna at svara, í tann mun tað er gjørligt.”

7 thoughts on “Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki”

  1. “…Tað er ikki okkara ætlan at brúka tíð og orku upp á kjak í miðlunum. Tí fara vit heldur ikki at brúka okkara orku upp á framhaldandi kjak í miðlunum…”

    Hoyrt! [Taktfastur lógvabrestur higani]

  2. “Veruleikin er tó tann, at eingin fer at ferðast langa leið, bara fyri at svimja í einum 50 metra hyli.”

    – Her kann eg upplýsa, at Svimjisambandið í løtuni hevur 26 svimjarar í Íslandi á venjingarlegu, netupp til at kunna venja í 50 metra hyli. Og tað er ikki fyrstu ferð í ár, heldur ikki næstu, og heldur ikki triðju, at føroyskir svimjarar eru uttanlanda til at venja í 50 metra hyli.”

    Suðuroyggin hevði til samanberingar verið eitt hanagleiv burtur, um tey sum sita í Løgtinginum høvdu tikið seg saman.

    1. Dugi ikki at vurdera, um maðurin velur at pástanda nakað sum hann veit ikki passar (kanska til at spjaða passaliga nógvan iva og ótta til at umganga sum løgtingsmaður at skula gera nakað sjálvur). Ella um hann onkunsvegna hevur klárað at stýra rundan um allar føroysku svimjisøgurnar í bløðum, útvørpum, sjónvarpi og á portalum, hetta árið …

      Orsaka meg, men Helgi Abrahamsen má til at grava høvdið hjá sær upp úr sandinum. At pástanda at “Veruleikin er tó tann, at eingin fer at ferðast langa leið, bara fyri at svimja í einum 50 metra hyli”, sama ár sum vit hava havt svimjarar á langgeilalegu ísv Reykjavík International í januar, samstundis sum Pál var á “Battle Camp” langgeilalegu í Potsdam, sama ár sum Pál var til suðurafrikansku meistarastevnuna á langgeil í Durban, og til Mare Nostrum á langgeil í Monaco, Barcelona og Canet, sama ár sum vit høvdu lið til langgeilakapping í Hafnarfirði, Drammen í Noregi og Helsinki í Finnlandi, áðrenn Pál og Pauli fóru á langgeilalegu í Canet, uppundir EM í Budapest sum forrestin eisini var á langgeil … og samstundis sum hann kann lesa aftur í bløðunum, at Svimjisambandið sendir 26 svimjarar til Íslands í 7 dagar, her í heystferiuni, netupp tí at eingin langgeil finst í Føroyum.

      http://www.facebook.com/posted.php?id=138936906144215&share_id=131943346856184&comments=1#s131943346856184

      Lat meg siga tað soleiðis, at Suðuroyggin er ikki longri burtur enn tað sum løgtingsmenn sum Helgi Abrahamsen velja at lata hana vera !

      1. Mátti líka skjóta hetta upp sum viðmerking til postin á Facebook: “Her havi eg við vilja latið verða við at nevna donsku meistarastevnuna á langgeil, donsku meistarastevnuna fyri ung á langgeil og íslendsku meistarastevnuna fyri ung á langgeil, hóast ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku har. Hetta bara tí at tað har vóru feløgini heldur enn Svimjisambandið sum skipaði fyri luttøku.”

        Ein stórur partur av luttøkuni runt Reykjavík International var eisini fyriskipað av feløgunum, heldur enn av Svimjisambandinum.

        Hóast tað er eitt hestaarbeiði, so hevði tað nokk verið áhugavert at talt saman allar teir dagar sum føroyskir svimjarar hava verið uttanlanda á langgeil í ár, og eventuelt kilometrarnar av ferðing eisini. Nógv av tí var beinleiðis venjing upp undir ella aftaná kapping, og fleiri av kappingunum vóru eisini bara fyrireikandi kappingar ímóti teimum avgerandi kappingunum. Har ein týðandi partur av fyrireikingini var, at sleppa at royna at kappast á langgeil.

  3. … at politikararnir burdu hildið uppat við at havt so ilt av pengunum til svimjihyljar, so leingi sum teir verða brúktir. Og tað verða teir altso í ovurmát, serliga í teimum økjum har svimjifelag er.

    Éitt er at tað er beinleiðis lívbjargandi, at læra fólk at svimja, og at geva teimum møguleika til at venja tað nóg mikið til at orka at svimja eina løtu, um tey skuldu komið í havsneyð.

    Men hartil er tað eftirhondini so dundrandi sligið fast við sjeytummaseymi, at samfelagið so væl og virðiliga sparir tað inn aftur í heilsuverkinum, sum tað kostar at geva fólki møguleika at venja.

    Svimjing er ein av teimum ítróttargreinum sum tú kanst venja longst (um tú dugir at svimja), tí at tú ikki allatíð skalt lyfta tína egnu kropsvekt. Altso vælegnað til fólk við breki, gikt, sklerosu og so framvegis.

    Tú kanst snøgt sagt velja at brúka pengarnar uppá fólkaheilsu ella sjúkrahúsverk, fyribyrging ella viðgerð. Munurin er bara, at tess meira tú brúkar uppá fólkaheilsu, tess fleiri fólk eru frísk heldur enn sjúk.

    Um nakar politikari stadigvekk ikki skilur hetta, so spyr onkran sum veit. Spyr ein lækna, spyr ein serfrøðing, spyr uttanlanda ella google’a tað. Lat bara verða við at velja at vera óvitandi.

    At halda at svimjing er ein útreiðsla, er líka tápuligt í dag, sum at halda at tað er sunt at roykja !

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.