David Mullins setti heimsmet eisini uttan fitjur

Nýsælendski David Mullins megnaði í dag at seta heimsmet í at svimja so langt sum gjørligt undir vatni eisini uttan fitjur, tá ið hann í Porirua Aquatic Centre í Porirua svam 218 metrar, har heimsmetið hjá týska Tom Sietas var 213 metrar. Hann svam hetta á stuttgeil, til at fáa fyrimun av at kunna seta oftari av frá veggunum, í mun til at hann við monofitjuni leygardagin svam 265 metrar á langgeil. Les her á The Sydney Morning Herald.

Videoin er ikki tøk enn, men her er ein frá tá ið hann í 2008 tangeraði heimsmetið hjá Sietas:



Mullins heldur at hann hevði kunnað gjørt tað betri í dag, um hann ikki var so móður sum nú eftir heimsmetið leygardagin, men er tó nøgdur. “I probably could have pushed it a bit more today but if I had tried to kick on and things had gone bad, I could have been disqualified and I would have kicked myself. I’m happy to have just broken the record.”

Eftir hevur hann nú at royna at seta heimsmet í at halda ondina longst (uttan at svimja), sum er 9:03 minuttir.

5 thoughts on “David Mullins setti heimsmet eisini uttan fitjur”

  1. Svimjarar, áðrenn tit koma for gott í gongd, so er talan um topptrenaðar frídykkarar her, sum venja hart til at vita akkurát nær tað gongur galið. Og gongur tað tá væl, so sær tað ‘bara’ soleiðis út.

    Har eru altíð hjálparar beint hjá (altso ikki á kantinum, men í hylinum, hjá svimjaranum, allatíð og serliga ímóti endanum). Og hóast teir eru trenaðir, so stressa teir altso eisini, tá tað verður verri.

    Og verður tað heilt galið, ja so er maðurin deyður. Tað er hent fyrr, eisini fyri kvinnu.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.