Almenn móttøka var í Klaksvíkar Svimjihøll í kvøld, í sambandi við at nýggju startskamlarnir vórðu tiknir í nýtslu, sum Klaksvíkar Kommuna saman við Ægir hevur keypt. Talan er um um sama slag av startskamlum sum verða brúktir til altjóða svimjistevnur sum til dømis EM, HM og OL, ið hava ein serligan kíla aftan til at seta av ímóti, og innbygda tøkni til at kunna staðfesta tjóvstartir við. Klaksvíkar Svimjihøll er so vítt vit vita bara triðja høll í Norðurlondum sum hevur ognað sær hetta slag av skamlum, og fyrsta í danska kongaríkinum.
Tað ljóðar kanska fjákut at gleðast so um nakrar skamlar, men hetta hevur veruliga týdning. Altjóða svimjisambandið FINA broytti beint undan OL í Beijing reglurnar fyri hvussu startskamlar kunnu síggja út, so at loyvt er nú at seta ein kíla á plattin aftantil, so at svimjarin kann seta av nærmast vatnrætt út frá skamlinum. Hetta hevur longu víst seg at gera startin bæði ein og fleiri tíggjundapartar av einum sekundi skjótari, alt eftir hvussu væl man dugir at nýta kílan, so at svimjararnir fáa lutfalsliga nógv betri tíðir serliga á stuttu teinunum.
Hartil er munur á hvussu handtakið til ryggstart er háttað á ymisku sløgunum av startskamlum, av tí at reglugerðin hjá FINA ikki fastsetur til dømis frástøðuna millum lodrættu og vatnrættu stengurnar. Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur týdning at venja start við nágreiniliga somu frástøðu millum armarnar sum ein skal hava í kapping, og besta snið av startskamlum er tí neyðturviliga sama snið sum verður brúkt á altjóða meistarastevnum, um tað er har ein skal gera seg galdandi. Og tað er so hesir sum Klaksvík hevur fingið sær, og sum altjóða svimjisambandið FINA og evropeiska svimjisambandið LEN eisini hava valt at brúka til sínar kappingar.
Til nú er tað so vítt vit vita bara Eriksdalsbadet í Stockholm og Lambertseterbadet í Oslo sum í Norðurlondum hava startskamlar av nágreiniliga hesum slag. Ein kostnaðarmikil men góð íløga, til at fyrireika okkara svimjarar til luttøku á altjóða meistarastevnu. Við í keypinum er sum sagt eisini tøkni til at kunna staðfesta elektroniskt um svimjarin tjóvstartar bæði í einstaklingakapping og í stafett-skiftum, sum verður ein góð hjálp hjá Ægir og føroyskari svimjing sum heild, at kunna venja best møguliga, lógliga start.
Til lukku tit klaksvíkingar, vit síggjast til eina rúgvu av kappingum og startvenjingum framyvir 🙂
Ógvuliga lekkurt, men hetta gongur sgu ikki í longdini. Endar við at man fær marsipan-allergi 🙂
(úr myndasavninum á Portalinum)