Team Danmark stjóri átalar nú tónan hjá Dansk Svømmeunion

Team Danmark stjórin Michael Andersen átalar nú tónan í samskiftinum hjá danska landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer og landsliðsstjóranum Lars Sørensen. Hann ætlar at hava ein fund við landsliðsvenjaran, og heitir annars á øll runt danska landsliðið um at tosa við vaksin fólk sum vaksin. Annars sigur Team Danmark stjorin eisini frá teimum fýra starvsfólkunum hjá Team Danmark sum vóru til staðar í Budapest, at “Indholdet i det som Paulus siger er OK, men formen er forkert!”. Sí innslag her á video.tv2.dk

3 thoughts on “Team Danmark stjóri átalar nú tónan hjá Dansk Svømmeunion”

  1. Hatta tekur autoritetin vekk frá Wildeboer. Vónandi gevur hann aftur við skørpum, tí hatta er ein tápuligur máti at gera tað uppá. Hví ólukkan skilja danir ikki, at tað kanska er danski mátin at vera uppá, sum ger tað trupult at fáa úrslit í einum extremun ítrótti sum svimjing. Eg meini so við, svumu teir so gott?

    Um danir vilja hava ein meira bleytan og sukursøtan tóna á kantinum, so hava teir ikki brúk fyri honum (Paulus), og Paulus sum venjari hevur als ikki brúk fyri at Team Dk alment kemur við slíkum úttalilsum. Team Dk vil hava úrslit, ja teir KREVJA úrslit fyri allan peningin sum teir leggja í svimjingina, men hatta koma teir ikki langt við, at gera Wildeboer til dana… nope.

    “Indholdet i det som Paulus siger er OK, men formen er forkert!”

    “Indeholdet” missir sín týdning um tað verður “leveret med rød saftevand og pølser” … dybt godnat… 😉

    1. Eg mundi sagt “Vóru teir ikki ‘tøsedrenge’ áðrenn, so eru teir tað nú!” 🙂

      Ein partur av at gerast vaksin, er væl netupp at man eitt sindur betri tolir harðan kritikk. So sigur Team Danmark stjórin at tað skal tosast við tey sum vaksin, ella at tað skal tosast við tey sum børn ?

      Akkurát har eru fótbóltsspælararnir rættiliga nógv harðari enn vit. Ella í øllum førum harðari enn danir.

    2. Wildeboer má gjarna harta svimjarnar, men tað kann vera ein feilur, at siga tað alment. Hann eigur, sum landsliðsvenjari, at átaka sær ein part av orsøkinum, hví mennirnir/dreingirnir ikki svumu so skjótt sum hann ynskti.

      Men eg las onkrastaðnis, at tey hørðu orðini vórðu tikin úr einum longri práti, sum er typiskt fyri skandalu tíðindafólk. Tey knapt so góðu úrslitini fáa næstan meira umrøðu enn Friis og Ottesen, so tøse-skandalan kann gagna danska svimjing, ið saknar umrøðu. Eg meini so við, at fleiri fólk kenna navnið Chris Christensen nú enn tá hann svam í Budapest. Hvis eg var PR-maður hjá Team Danmark hevði eg lagt upp til at koyrt slíkar skandalur, hvørja ferð úrslitini ikki selja bløð. Kanska veit Wildeboer hvat journalistar vilja hoyra 😉

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.