Pál Joensen bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet

Pál Joensen vann í dag bronsuheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet. Tíðin hjá honum var 15:23.36, aftanfyri Sébastien Rouault á 15:16.34 og heimsmeistaranum Oussama Mellouli á 15:20.37. Jón Bjarnason heilsar úr Canet, at Pál tíverri helt seg eitt sindur aftur, og tí ikki var nóg nær til at taka Mellouli, tá ið hesin (Mellouli) “stein-doyði”. Sí úrslit á www.natresult.com

DSC03350

6 thoughts on “Pál Joensen bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet”

  1. Pál var fremstur tá ið bert 400m vóru eftir, men tá ið Rouault og Mellouli settu tempo upp eftir 1100m fór hann ikki við teimun, og tað var spell, tí Mellouli hevði bert 250m í sær, so var ikki meira í tanganum.
    Men avstandurin niður til Pál var tá so stórur at Pál fekk hann ikki aftur. Pál var annars aftur nú skjótari seinasta 100m enn Heims og Olympiski meistarin, men tað dugir bara ikki nógv tá ið hin hevur fingi hol á.

    Okur eru vónandi heima aftur í morgin 😉

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.