Avstralska svimjisambandið hevur nú reinsað fyrrverandi høvuðsvenjaran Alan Thompson fyri allar ákærur um siðamisbrot, eftir eina 4 mánaðar langa kanning hjá Louise Donahue, advokati. Thomson fór í farloyvi í desember, tá ið avstralska svimjisambandið byrjaði at kanna málið, og fór síðani frá í januar, eisini tí at hann ikki kundi góðtaka eina nýggja uppbýting av høvuðsvenjarauppgávuni. Les SwimmingWorld Magazine og The Daily Telegraph
Alan Thompson verður nú stjóri hjá avstralska rugbyfelagnum Canterbury Bulldogs, har hann eisini var leikari fyri einum 30 árum síðani:
http://www.swimnews.com/news/view/7612
Les eisini meira á
http://www.smh.com.au/rugby-league/league-news/togs-to-dogs-as-thompson-signs-up-for-canterbury-20100414-se7o.html