Pál 1:52.87 og víðari til finaluna í 200 frí

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg í finaluna í 200 frí, tá ið hann á suðurafrikansku meistarastevnuni svam 1:52.87 og 9. bestu tíð í innleiðandi riðlunum, har 10 sleppa í finaluna. Talan var um serstakliga tætta kapping, har tað ikki var stórt meira enn 1 sekund frá bestu tíð og niður til Pál, og minni enn 2 tíggjundapartar frá nr 6 til nr 9. Føroyska metið hjá Pál er 1:50.04, frá donsku meistarstevnuni í Esbjerg í fjør.

One thought on “Pál 1:52.87 og víðari til finaluna í 200 frí”

  1. Jón heilsar úr Suðurafrika: “Hann kom í finaluna sum nr 10, næstan ein taktiskur bummari hjá mær, tí eg segði at 3. pláss í riðlinum var heilt sikkurt, og so vóru 5 skjótari í seinasta riðli. Sera tætt, he he”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.