Pál nr 4 aftur í finaluni í kvøld

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar 4 í kappingini í 400 frí, á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil. Tíðin var 3:53.39, eitt sindur frá hansara føroyska met á 3:48.57, sum hann svam á donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør.

Pál uttan fyri Kings Park Aquatic Center

[Pál uttan fyri Kings Park Aquatic Center]

Jón Bjarnason heilsar úr Durban, at teir eru ikki heilt nøgdir við tíðina, men at tað mest var vegna teknikkin teir fyrstu 300 metrarnar, at Pál dragnaði frá teimum fremstu. Pál gloymdi at hann ikki er í drakt meira, og arbeiddi ov høgt við yvirkroppinum, uttan at beinini komu upp automatiskt av eini drakt. Hetta rættaði seg tó teir seinastu 100 metrarnar, og serliga teir síðstu 50, so at Pál síðstu 50 metrarnar var næstskjótastur av øllum. Eitt gott tekin, ið merkir at formurin í øllum førum er har.

Jón Bjarnason leggur dent á, at teir enn hava góðar vónir, og at hetta fyrst og fremst er venjing. Pál hevur hug at stressa á teimum stuttu teinunum, og teir síggja tí fyrst og fremst fram til teir 800 metrarnar frí, sum byrja við innleiðandi riðlum mikumorgunin. Sum Jón skrivar tað: “Formurin er har. Teknikkurin kemur.”

4 Joensen, Pal 19 FAR-ZZ 3:57.86 3:53.39
26.97 55.98 (29.01)
1:25.65 (29.67) 1:55.53 (29.88)
2:25.22 (29.69) 2:54.96 (29.74)
3:24.72 (29.76) 3:53.39 (28.67)

Teir tríggir frammanfyri Pál vóru Mark B. Randall við tíðini 3:49.97, Jean Basson við tíðini 3:51.01 og Riaan H. Schoeman við tíðini 3:51.86. Í hølunum á Páli var Heerden Herman við 3:53.50, sum er áhugaverdur við tað at hann og Chad Ho við 3:58.87 á áttandaplássi eru teir einastu av teimum fremstu í 400 frí, sum eisini fara at svimja 800 frí.

Offisielli úrslitalistin sæst her, frá teimum 400 í kvøld:
http://ssa.sportza.co.za/durban/?q=wfr/32/2461

2 thoughts on “Pál nr 4 aftur í finaluni í kvøld”

  1. Vinnarin hevði sjeyndubestu tíð í heiminum í ár, so kanska var tað heila ikki so galið allíkavæl

    “Mark Randall cleared 3:50 to claim the men’s 400 free crown in 3:49.97. That effort moved him up to seventh in the world this year, joining just six others to have cleared 3:50 this year. Jean Basson placed second in 3:51.01, while Riaan Schoeman took third in 3:51.86. Pal Joensen, of the Faroe Islands, enjoyed a top flight meet as an open competitor with a fourth-place 3:53.39.”

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/23974.asp?q=South%20African%20Long%20Course%20Nationals:%20Chad%20Le%20Clos,%20Mark%20Randall%20Post%20Swift%20Times

Leave a Reply to rokur Cancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.