Danir úttikið 20 svimjarar til EM í Budapest

Danir endaðu sum kunnugt í teirri støðu í gjár, at væl færri svimjarar enn ætlað høvdu klárað kravtíðirnar til EM í Budapest. Trupulleikin var at meta um hvussu nógv verri tíðirnar fóru at vera, nú ‘superdraktirnar’ eru burtur, og tað endaði eisini við at einans 5 kvinnur og 2 menn høvdu kvalifiserað seg, í mun til tey 15 sum ætlaðu á liðið. Nú hava tey so tikið eyka svimjarar út, so at liðið tilsamans telur 20 svimjarar, og harav 9 hava fingið serligar treytir at klára eyka kravtíðir í framtíðini, og/ella at geva upp venjingardagbøkur og annað. Lesið her á svoem.dk

Á sjálvum DM vóru tað tær fimm Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen, Amalie Emma Thomsen og Pernille Larsen sum kláraðu kravtíð til EM, umframt bringusvimjarin Chris Christensen. Og hartil kláraði Mathias Gydesen at svimja undir kravtíðina í 100 firvald, á stevnu í USA, sum hann forrestin vann frammanfyri Cesar Cielo Filho og øðrum.

Afturat teimum eru 4 svimjarar subjektivt úttiknir, uttan eyka krøv, og vegna fylgjandi umstøður:

  • Mads Glæsner: “pga. sygdom i kvalifikationsperioden. VM finalist, og forventelig medaljekandidat ved EM”
  • Jakob Andkjær: “med basis i VM 4. plads og forventelig medaljekandidat ved EM”
  • Louise Jansen: “tæt på kravtid som er udregnet på usikkert udregningsgrundlag pga. nye svømmedragtregler”
  • Daniel Skaaning: “tid opnået 200 m fri er mellem krav til YOG og EM, i henhold til kvalifikationsregler for juniorer og tid i 200 m IM er tæt på EM-krav”

Og hartil eru so 9 svimjarar afturat subjektivt úttiknir, sum tó fyrst skulu uppfylla ymiskar treytir. Viktor Bromer og Morten Klarskov skulu klára nýggjar kravtíðir á EJM í summar, sum verða avtalaðar í viku 16, meðan Nikolaj Kirketerp, Anders Lie, Jon Rud, Frederik Siem Pedersen, Julie Leth Espesen, Kathrine Holm Sørensen og Micha Østergaard eru úttikin, upp á tað at tey millum annað senda inn venjingardagbók hvørja viku, møta til allar fyrireikingar og test áðrenn EM, klára nakrar eitt sindur verri kravtíðir enn nú á Mare Nostrum í Barcelona og eini aðrari stevnu … og klára EM kravtíðina á stevnu í Slovenia, síðst í juli mánaða. Tey skulu gjalda 35% av útreiðslunum sjálvi, av fyrireikingunum fram til kappingina í juli, men sleppa undan at gjalda um tey klára kravtíðirnar tá í Slovenia.

Skrivið við úttøku og treytum sæst her á svoem.dk. Tíðindi um úttøkuna eru her, eisini á svoem.dk, umframt til dømis her á swimnews.dk.

Annars verður endurtikið millum annað í danska partinum av www.simma.nu, at talan altso er um eingangstilfeldi, at so nógvir svimjarar verða úttiknir uttan at hava klárað kravtíðirnar. Fremsta orsøk til hetta er skiftið frá nýggjum til spakuligari kappingardraktum, og landsliðsvenjarin ávarar tí eisini: “Der vil fremadrettet ikke blive udtaget tilnærmelsesvis det samme antal svømmere uden at have svømmet sig under en opsat en kravtid. Vi skal hurtigst muligt tilbage til svømningens normale tilstand”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.