Grunnurin “Købmand Ferdinand Sallings Mindefond” (Bilka, Føtex, Netto og Salling) gav í fjør Team Danmark 10 millónir krónur, til at betra um møguleikarnar at vinna heiðursmerki á OL í London í 2012. Ein partur av pengunum verður brúktur til at hjálpa 10 íðkarum fíggjarliga, sum verða hildnir at hava serliga góðan møguleika at vinna heiðursmerki á OL, men sum íðka ítrótt har møguleikarnir at tjena pengar eru vánaligir, og har íðkararnir tí dúva uppá foreldur og líknandi. Ein av hesum var kajakk-rógvarin Kim Wraae, sum vann silvur á OL í Beijing, men sum síðani gavst eitt skifti, tí hann ikki kundi fáa dagligdagin at hanga saman fíggjarliga, tá ið hann bara hevði SU at liva av. 4 aðrir eru ónevndir svimjarar á heimsstøði. Les her á swimnews.dk og her á teamdanmark.dk