Nú skulu tey gomlu eisini royna seg

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru aldursbólkunum, og íroknað kendar svimjarar sum Høgna Mikkelsen, Jon Hestoy og Petur Heðin á Fløtti.

Tey yngru byrja leygarmorgun klokkan 10, við beinleiðis finalum í blandaðari svimjing, og innleiðandi riðlum á 50 metra teinunum. Seinnapartin frá klokkan 13 verða so finalurnar svomnar, sum “útskiljing” hjá teimum yngru, har spakuligasti svimjari verður tikin frá hvørjum finaluumfar, inntil bara ein stendur eftir. Og runt hesar útskiljingsfinalur eru so beinleiðis finalur hjá Masters svimjarunum, á 50 og 100 metra teinunum.

Tey yngru kappast í aldursbólkunum junior og senior, í 50 frí, firvald, rygg og bringu, umframt 100, 200 og 400 blandað. Luttakarar eru til dømis Pál Joensen, Pauli Ø. Mohr, Guðrun Holm Jacobsen og Malan Vitalis Bærendsen, umframt góðir juniorsvimjarar sum til dømis Birita Debes, Poula Ø. Mohr, Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen.

Tey eldru kappast í Masters aldursbólkunum 25-29 ár, 30-34 ár, 35-39 ár, og so framvegis. Har eru luttakarar við í øllum aldursbólkum frá 30-34 ár til 50-54 ár, og so tríggir í aldursbólkinum 60-64, umframt ein einstakur í aldursbólkinum 65-69. Tey gomlu sleppa eisini at royna seg í liðsvimjing, har hvørt liðið telur 2 kvinnur og 2 menn.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.